Tey hava staðfest fýra dømi av brasilska koronubrigdinum P1 í svenska landspartinum Gävleborg, sum er 300 kilometrar norðran fyri Stókkhólm.
Tað skrivar regiónin í tíðindaskrivi.
Tað er fyrstu ferð at virusin er funnin í Svøríki. Eingin av teimum fýra smittaðu fólkunum hava ferðast millum Svøríki og Brasilia.
Tað eru tvey brigdið av brasilska brigdinum – kend sum P1 og P2.
Statens Serum Institut skrivar á heimasíðuni, at P1 hevur somu mutatión sum bretska brigdið, sum ger, at brigdið smittar verri enn vanlig koronuvirus.
Harumframt hevur virusið eina aðra mutatión – E484H-mutatónini – sum ger, at brigdið kann verða minni ávirkað av antistoffum.
P1-brigdið er enn ikki ávíst hjá okkum.
/ritzau/