Hava funnið arm aftrat í Køge Víkini

Kavarar hjá donsku verjuni hava klokkan 10.20 í morgun funnið ein arm aftrat í Køge Víkini.

 

 

Løgreglan í Keypmannahavn hevur í dag funnið ein arm aftrat í Køge Víkini, og tað eru kavarar hjá donsku verjuni, sum hava funnið armin.

 

Í tíðindaskrivi sigur løgreglan, at armurin ikki er kannaður enn, men hann er funnin um somu leiðir, sum hin fyrri armurin á svensku tíðindakvinnuni, Kim Wall, varð funnin, og eisini hesin varð tyngdur við jarni á sama hátt sum hin fyrri.

 

- Tí vænta vit, at armurin, sum er funnin í morgun klokkan 10.20, hevur samband við kavbátamálið, sigur løgreglan, sum leggur aftrat, at armurin verður kannaður á Rættarmedisinska Stovninum í morgin.

 

Soleiðis er enn ikki váttað, um hetta er seinni armur á Kim Wall, sum er funnin, men løgreglan arbeiðir út frá teirri teori, at hetta er armurin á Kim Wall.

 

Um kanningarnar fara at vísa, at hetta er armur av tíðindakvinnuni, so er nú alt líkið funnið.

 

Danski uppfinnarin og kavbátabyggjarin, Peter Madsen, situr varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri dráp, men hann sýtir framvegis fyri, at hann hevur gjørt av við tíðindakvinnuna.

 

Tó hevur hann seinni viðgingið, at Kim Wall doyði í kavbátinum, og at hann síðan stykkjaði sundur líkið, sum hann tveitti í havið.