Javnleikurin var sjálvandi ikki eitt nøktandi úrslit hjá B36. Og tað var liðskiparin, Klæmint Matras, eisini skjótur at staðfesta.
- Tað er rætt, men vit gera tað trupult fyri okkum sjálvar. Vit hava fult tamarhald á dystinum, men so missa vit ein mann, og so verður tað tungt. Eg haldi tó, at vit stríðast serstakliga væl, men í seinasta enda megnaðu vit so ikki at halda fast.
Og tað kostar so fyribils oddasessin?
- Ja. Vit mugu sjálvandi framhaldandi royna at gera okkara. Men nú er tað ikki nóg mikið. NSÍ skal so snáva onkra staðni á vegnum, so tað mugu vit bara vóna, at teir gera, segði Klæmint.










