Hava fult álit á Paris

Nevndarformaður í KÍ-fótbóltur sigur, at tey ikki hava nakrar ætlanir um at skifta venjara í úrtíð

Fótbóltur

 

Sum tað framgongur aðra staðni á síðuni, so er Tony Paris helst tann venjarin, sum í løtuni situr leysastur í venjarasessinum. Eitt áttanda pláss var neyvan tað, sum áskoðararnir høvdu væntað eftir fyrsta triðingin av kappingini, og á ymsum kjaktorgum eru fleiri viðhaldsfólk, ið geva ilt av sær um venjaran.

Men sambært nevndarformanninum í KÍ, Aksel Johannesen, so verður talan ikki um nakað venjaraskiftið her og nú.

- Tað er slettis ikki eitt mál, sum hevur verið upp á tal í nevndini. Sjálvandi eru úrslitini ikki nøktandi, men fyri tað fara vit ikki at taka nakra avgerð í óðum verki.

Hevur nevndin tosað ítøkliga um, hvat kann gerast fyri at venda gongdini?

- Í løtuni verður eingin broyting fram. Vit hava fult álit á, at venjari og spælarar í felag kunnu rætta gongdina uppaftur, sigur Aksel Johannesen.