– Tað er bara har útreiðslur eru, at tað ber til at spara. Tað sigur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, nú beint uppundir, at Løgtingið fer at viðgera fíggjarlógina fyri næsta ár.
Samgongan er fyri hvøssum atfinningum tí at hon ætlar at seta tiltøk í verk, sum fær avleiðingar fyri fólkapensjónistar, fyritíðarpensjónistar, sjuklingar, sum hava brúk fyri nógvum heilivági, og fólk í tillagaðum størvum, ella vardum størvum, sum tað æt fyrr.
Les eisini: Les eisini: Nøkur lesandi missa nú lestrarstuðulin
Er tað nakar flokkur, sum hevur ført seg fram sum verji hjá láglønarbólkunum í samfelagnum, er tað Miðflokkurin. Men spurningurin er, hvussu hesi tiltøkini, sum skerja umstøðurnar hjá teimum, sum eru ringast fyri, samsvarar við herrópini hjá Miðflokkinum um at verja tey á niðastu rók, sum Miðflokkurin plagar at kalla láglønarbólkarnar.
– Soleiðis sum vit hava fingið tað upplýst frá landsstýrinum, stendur roknistykkið upp og niður hjá tí vanliga løntakaranum, sigur Bill Justinussen. Hann sigur, at tað kemur soleiðis fram, at gjaldið til Als verður bíligari, arbeiðsloysisstuðulin hækkar og pensjónirnar hækka.
https://www.in.fo/news-detail/news/folkapensjonistar-faa-580-kronur-meiri-um-manadin/Les eisini: Fólkapensjónistar fáa 580 krónur meiri um mánaðin
Pensjónistar fingu ein skattalætta upp á 500 krónur í ár og næsta ár hækkar grundarupphæddin 580 krónur, so tilsamans hava teir fingið 1080 krónur meiri at liva av. Hinvegin hava vit so tikið nakað aftur, men eftir tí, vit hava fingið upplýst, er hetta ikki eitt afturstig fyri pensjónistarnar.
Les eisini: Ætlanin var at fólk við góðari løn skuldu rinda meiri
Bill Justinussen heldur ikki, at trupulleikin er so stórur, at pensjónirnar ikki verða prístalsviðgjørdar næsta ár, sum tað høvdu verið eftir verandi lóg.
– Pensjónir eru ikki prístalsviðgjørdar í nógv ár, so tað er ein lítil trupulleiki, at tær heldur ikki vera tað næsta ár, heldur hann.
– Tað eru alsamt fleiri, sum fáa hægstu fyritíðarpensjónir og tey fáa eina hampiliga góða løn frá tí almenna, umframt at tey hava møguleikan at forvinna sær nakað afturat, so hetta er ikki at raka pensjónistar serliga meint, sigur tingmaðurin fyri Miðflokkin.
Les eisini: Nú verður nógv dýrari at verða sjúkur
Undanfarna samgonga gjørdi nøkunlunda tað sama, tí tey skerdu pensjónina og hækkaðu ymisk avgjøld. Men afturfyri vórðu onnur avgjøld lækkað, og aðrar veitingar vórðu hækkaðar, so tilsamans høvdu pensjónistar meiri at liva av.
Tá vildi hvørki Miðflokkurin, ella restin av andstøðuni, góðtaka, við, at ein heildarmeting varð gjørd, og tískil settu tey bara kikarin bara á, at pensjónin lækkaði og avgjøld hækkaði og tað hildu tey var smáligt ímóti pensjónistunum.
Men nú verður stórur dentur lagdur á at seta alt inn í eina heildarmynd nú.
Bill Justinussen ásannar, at í undanfarna valskeiði var tað leikluturin hjá andstøðuni at finnast at, eins og tað er leikluturin hjá hesi andstøðuni at finnast at.
– Men tað er nettupp hesir spenningarnir ímillum andstøðu og samgongu, sum ger, at tá ið samanum kemur verður úrslitið ofta á góðari leið, tí tað er ikki alt, ein samgonga ger, sum er líka gott, leggur hann afturat.
Ábendingar um svik
Samgongan ætlar eisini at skerja inntøkuna hjá fólki, sum eru í tillagaum størvum. Útreiðslurnar hækkaðar munandi hesi seinastu árini, so tað verður neyðugt at endurskoða skipanina, sigur hann.
Hesi seinastu trý árini eru útreiðslurnar hækkaðar 14 milliónir um árið, og eftir broytinunum, sum nú verða gjørdar, fara fólk í tillagaðum starvi, sum heild, at hava eina skattskylduga inntøku ímillum 22.000 og 39.000 krónur um mánaðin.
– Vit hava fingið ábendingar um at tað eru arbeiðsgevarar, sum gera sær dælt av skipanini, sigur Bill Justinussen.
Tá ið fólk eru í tillagaðum starvið, fáa tey løn frá arbeiðsgevaranum eftir, hvussu stóran part av einum fulltíðarstarvi, og so rindar Almannaverkið restina av lønini, so at tey, tilsamans, fáa fulla løn.
– Hetta er ein fantastisk skipan sum hjálpir nógvum fólkum og teir allarflestu arbeiðsgevararnir hava gott samstarv við Almannaverkið.
– Men tað kann vera freistandi hjá arbeiðsgevarum, at seta fólk í tillagað starv, og at geva upp fyri myndugleikunum at tey arbeiða minni enn tey í roynd og veru gera. Minni tey eru skrásett arbeiða, størri part av lønini skal Almannaverkið rinda, og so sleppur arbeiðsgevarin tilsvarandi bíligari.
Og vit hava varhugan av, at slíkt fer fram í ávísum førum, sigur tingmaðurin fyri Miðflokkin Hann leggur afturat, at tey hava einki ítøkiligt dømi. Men hann sigur eisini, at hesin varhugin kemur ikki av ongum, og tá ið tey frætta um slíkt, hava tey skyldu til at taka tað upp, leggur hann afturat.
– Annars hava vit verið skuldsett fyri at tøma landskassan, men er hald í teimum atfinningunum bendir tað ikki á, at vit sita so tungt á kassanum, heldur hann turrisliga fyri.