Tað var eitt stórt rok, tá ið seinna finalan um suðuramerikanska meistaraheitið, Copa Libertadores, skuldi spælast ímillum argentinsku arvafíggindarnar, Boca Juniors og River Plate, síðsta leygarkvøld. Viðhaldsfólk hjá River Plate tveittu steinar og aðrar lutir eftir bussinum við Boca-spælarunum í, og nakrir av spælarunum fingu snuddir.
Álopið á bussin hevði við sær, at finalan varð útsett – bæði einaferð og tvær ferðir, og hon er framvegis ikki spæld. Fyrra finalan endaði 2-2. River Plate hevur fingið eina bót upp á 2,6 milliónir krónur og skal spæla næstu tveir heimadystirnar uttan áskoðarar, og fram til í kvøld hevur verið ógreitt nær og hvar seinna finalan skuldi spælast.
Suðuramerikanska fótbótlssamgongan, CONMEBOL, kunnger í kvøld, at seinna finalan ímillum Boca Juniors og River Plate verður flutt til spanska høvuðsstaðin, Madrid, og at dysturin verður spældur á leikvøllinum hjá Real Madrid, Santiago Bernabéu, tann 9. desember kl.19.30.










