Høgni Hoydal
Fremsta uppgávan hjá fjølmiðlunum er at verja fólkaræðið og rættindini hjá almennininginum mótvegis valdsmisnýtslu hjá bæði politikarum, almennum og privatum feløgum og hjá einstaklingum. Ein onnur høvuðsuppgáva er at upplýsa, kunna, og ikki minst at kanna og lýsa avleiðingar av teimum avgerðum, ið skulu takast og sum verða tiknar. Annars kann eitt fólkaræði als ikki virka.
Einstakur miðil og einstøk tíðindafólk í miðlunum hava roynt at lýsa málini. Høvdu tey ikki gjørt tað av sínum eintingum, so visti helst ongin um tað, sum gongur fyri seg. Men hesi tíðindafólk tykjast verða tikin eins nógv á bóli og vit løgtingsfólk, sum hava roynt at spurt, men hava fingið villleiðandi svar og uttanumtos frá landsstýrinum og samgonguni. Afturfyri hava tey fáu tíðindafólk, ið tora at vera atfinningarsom, fingið síni dúgligu spark frá samgongumonnum og frá baksíðuteknaranum hjá Sosialinum.
Men hvat hava samlaðu fjølmiðlarnir í Føroyum gjørt í málunum um yvirtøkulógir og uttanríkispolitiskar heimildir? Hevur nakað blað so mikið sum prentað ella lýst innihaldið í lógartekstunum?
Útvarp Føroya hevur púra ókritiskt sent uppáhald hjá danska forsætisráðharranum út sum tíðindir, uttan at seta ein einasta spurning ella lýst teir mongu mótspurningarnar, sum Anders Fogh Rasmussen ikki kann svara yvirhøvur.
Eg skilji sera væl, um fólk eru ørkymlað og ikki vita, hvørja støðu tey skulu hava til hesi mál.
Fólkaræðið selt á miðjari nátt
Á miðjari nátt hava Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin samtykt eina føroyska lóg, sum slær fast:
oat føroyingar kunnu bert gera avtalur við onnur fólk og lond sum fulltrúar vegna danska ríkið
oat føroyingar kunnu ikki gera avtalur, ið stríða móti donskum áhugamálum
oat føroyingar hava ongan avgerðarrætt í verju- og trygdarmálum
oat fólkarættarligir sáttmálar skulu gerast í navninum "Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne"
oat Danmark skal spyrjast bæði undan, meðan og aftaná, at ein avtala verður gjørd
oat Danmark kann siga upp allar sáttmálar og seta aðrar í gildi, sum teir halda vera best hóskandi fyri Føroyar, uttan at spyrja føroyingar eftir
Hetta er ein skipað undirbrotligheit, sum nú fyri fyrstu ferð nakrantíð er sett beinleiðis í eina føroyska lóg og í eina danska, sum Løgtingið hevur samtykt.
Í øðrum londum hevði sjálvandi verið bæði upplýsing, drúgvar kanningar, miðvíst orðaskifti og fólkaatkvøða, áðrenn eitt fólk avreiðir burturav sínum sjálvsøgdu rættindum.
Hugsið tykkum, um íslendingar høvdu samtykt eina slíka lóg! Hugsið tykkum um danir samtyktu eina lóg við hesum innihaldi? At avtalur skulu gerast í navninum hjá einum øðrum landi, og at eitt annað land kann støðga og uppsiga øllum avtalum, ið ikki hóska teimum?
Hugsið tykkum, um hetta varð gjørt, uttan at sjónarmiðini hjá Løgmálaráðunum og hjá øðrum serfrøðingum, vórðu lýst fyri tinginum! Hugsið tykkum, um hetta varð gjørt, uttan at allir fjølmiðlar settu øll segl til fyri at lýsa, hvat gekk fyri seg?
Uttanumtos og villeiðing
Men í Føroyum sleppa landsstýrið og løgmaður at kasta torvmold í eyguni á fólki og sleingja eitthvørt út, sum ikki verður eftirkannað ella spurnartekin sett við.
oLøgmaður, formaður Fólkafloksins og danski forsætisráðharrin hava tildømis víst til ásetingar í heimastýrislógini, sum lættliga kunnu afturvísast sum tað bera uttanumtos. Tað stendur ongastaðni í Heimastýrislógini, at ein avtala millum Føroyar og Danmark, skal leggjast fyri Løgtingið sum donsk ríkislóg.
oTeir hava ført fram, at viðmerkingar hava ongan týdning, tá Løgtingið samtykkir lóggávu.
oTeir hava ført fram, at tað, sum teir hava samtykt á Løgtingi, er slettis ikki tað, sum teir meina, men teir vísa til eitt annað mál, har teir skulu eitast at siga tað, sum teir í veruleikanum meina.
oTeir hava ført fram, at tað var eitt ófrávíkiligt krav frá donsku stjórnini, at donsk ríkislógartilmæli við donskum viðmerkingum skuldu samtykkjast á løgtingi, men at hetta hevur ongan týdning.
oLøgið, at ongin hevur spurt í fjølmiðlunum, hví tað so hevði so stóran týdning fyri donsku stjórnina, at tað var eitt ófrávíkiligt krav.
Hetta eru samanumtikið útsagnir, ið eru so burtur úr vón og viti, at høvdu leiðarar í øðrum londum ført slíkt fram, hevði verið gøla.
Fjølmiðlarnir hava ikki tráspurt løgmann, hvørji sjónarmið, hann hevur fingið ígjøgnum í samráðingum og hvørji krøv danska stjórnin hevur fingið ígjøgnum. Fjølmiðlarnir hava ikki í felag lýst og spurt, hvørji áhugamál landsstýrið hevur og hvørji áhugamál danska stjórnin hevur fyri at skrumbla hesi mál ígjøgnum nú - stutt undan at Danmark skal hava fólkaatkvøðu um ES-grundlógina.
Fjølmiðlarnir hava ikki søkt um alment innlit í tildømis samskiftið millum Innlendismálaráðið og Løgmansskrivstovuna í málunum.
Kúvendingar uttan grundgevingar
At løgmaður leggur nýggjar upplýsingar fyri tingið í seinastu løtu, verður ongin kikari settur á. Fyri ikki at tala um, at tær útsagnir, sum danskir politikarar koma við, verða ongantíð eftirkannaðar.
Og hvør hevur tímað at spurt teir flokkar á løgtingi, ið nú hava atkvøtt fyri hesum uppskotum, hví teir nú hava broytt hugsan mótvegis tí, ið teir søgdu fyri bara fáum vikum og mánaðum síðani? Hví skuldu javnaðarflokkurin og fólkaflokkurin støðga lógini um uttanríkispolitiskar heimildir, tí teir fóru aldri at góðtaka slíkt? Hví vónaði Løgmaður, at danski forsætisráðharrin skrivaði val út, so trupulleikin við uttanríkispolitisku lógini loysti seg sjálvan? Hví mæltu javnaðarflokkurin og fólkaflokkurin til at yvirtaka uttanríkismál, tá teir nú atkvøða fyri eini lóg, har vit ikki kunnu yvirtaka uttanríkismál?
Sosialurin yvirhálað gamla Pravda
Tey stóru bløðini, ið áttu at havt betri rúmd at lýsa málini og allar smálutir enn loftmiðlarnir, hava nærum onki upplýst yvirhøvur. Ístaðin verða tíðindaskriv frá løgmansskrivstovuni endurgivin ókritiskt og "pástandir móti pástandi" verða endurgivin frá samgongu og andstøðu. Tað kann bert ørkymla fólk.
Serliga hevur landsins størsta blað, Sosialurin, víst seg at vera eitt so stjórnartrúgvt blað, at tey hava yvirhálað gamla "Pravda" við fleiri bátslongdum. Setti meg at lesa Sosialarnar frá hesum tíðarskeiði, ið hesi stórmál hava verið fyri á Løgtingi. Har er ongin upplýsing og ongin greining av málunum yvirhøvur. Bert viðmerkingar, ið onnur hava sent blaðnum, serliga frá løgmanni, ið fáa fremsta pláss á kjaksíðunum. - Og so tekningarnar hjá Óla P., ið sjálvsagt altíð gera gjøldur burturúr fullveldisfólki. Men kanska fer Sosialurin nú, tá ið málið er samtykt, at lata útvald fólk útleggja tekstin til frama fyri sitandi landsstýri?
Selja rundstykkir ella selja fólkaræðið?
Eftir mínum tykki er tað, ið er farið fram á Løgtingi seinastu vikurnar, og tað sum nú fer fram á fólkatingi, tað grovasta álopið á føroyskt fólkaræði í nýggjari tíð. Her eru allar vanligar mannagongdir settar til viks. Og ongi nøktandi svar eru komin til nakað sum helst.
Løgtingið hevur havt eina viðgerð, ið kundi bent á, at Løgtingið aftur er farið at virka sum eitt ráðgevandi amtsráð. Har Løgtingið, sum samgongan sigur: "noyðist at laga seg til veruleikan hjá donskum myndugleikum og til danskar lógarpargraffir, ið vit onki fáa gjørt við":
Tí loyvi eg mær - sjálvt um eg veit, at tað er vandamikið hjá politikarum at finnast at fjølmiðlunum - at spyrja: Halda redaktionellu leiðslurnar á okkara fjølmiðlum, at fjølmiðlarnir hava røkt sína uppgávu í hesum málum? Óttast fjølmiðlarnir, at verða skírdir fullveldisvinarligir, um teir vága sær at verða atfinningarsamir mótvegis samgonguni og donsku myndugleikunum? Ella hvør er orsøkin til ta vantandi viðgerðina?
Og hvussu ber tað til, at eitt mál um at selja rundstykkir fær drúgvari og meira nágreiniliga viðgerð á tingi og í fjølmiðlunum, enn eitt mál um at selja eitt heilt fólkaræði?










