Skipini hava fiskað 6000 tons meira av makreli, og knøpp 1500 tons meira av Norðhavssild, sammett við sama tíðarskeið í fjør. Tað skrivar Vágaportalurin.
Vp.fo hevur biðið um veiðutølini frá Fiskiveiðueftirlitinum, og hetta er tað sum er komið uppá land í ár:
Makrelur 23754 tons
Norðhavssild 9489 tons
Og fyri sama tíðarskeið í 2012:
Makrelur 17612 tons
Norðhavssild 8055 tons