Hava fingið nakrar fáar fráboðanir um skaða

Tað er rættiliga nógvur vindur, men út á fyrrapartin fer hann at minka aftur

Tað er rættiliga nógvur vindur kring alt landið, og summastaðni uppi á fjallavegunum, er hann yvir 40 metrar um sekundið.

 

Løgreglan sigur, at tey hava fingið nakrar fáar fráboðanir um skaðar, men talan er um smáttarí. Í Streymnesi og í Ørðavík lógu leysar takplátur, og aðrir lutir og fuku í vindinum og í Klaksvík er ein takpláta fokin á ein bil.  Og á Toftum loysnaði eitt bygdaskelti. Løgreglan sigur, at bjargingarlið og sløkkilið kring um hava fingið fráboðanirnar og so hava tey tikið sær av tí.

 

Beint eftir midnátt fór ein bilur úr av í Gøtudali. Har vóru vánalig koyrilíkindi og nógvur krapi var á vegnum, so bilførarin misti tamarhaldið á bilinum og fór út av. Hann var einsamallur í bilinum og fekk ongan skaða – og bilurin fekk heldur ikki stórvegis skaða.

 

Annars sigur Landsverk nú klokkan níggju í morgun, at tað er ikki koyrandi á Oyndarfjarðarvegnum og á Gjáarvegnum. Á Oyggjarvegnum, og á vegnum til Syrðadals á streymoynni, er koyrandi eftir einum spori. Men annars er hált, krapi, nógvur vindur og nógv jarðrok í ælunum kring landið og tí verður heitt á bilførarar um at vísa størsta varsemi. 

 

Sambært veðurforsøgini er tað ringasta ikki heilt av enn, tí hann veksur vindin alsamt nakað út á fyrrapartin, men eftir klokkan 10 minkar hann vindi aftur.