Hava fingið tvær fráboðanir afturat um at olja er stolin

Tað er alt í sama øki í landinum

Løgreglan hevur nú fingið tvær fráboðanir afturat um at olja er stolin. Hetta er sostatt fimtu ferð, nú rundan um vikuskiftið, at oljutuldur verður meldaður til løgregluna.   

Í einum føri vórðu einir 750 litrar av diesel stolnir úr einum á byggiplássinum hjá J&K Petersen í bátahylinum á Borðoyavík og í einum øðrum føri varð boðað frá, at einir 700 litrar av olju vóru stolin úr einum tanga í einum privathúsum í Klaksvík.

Tá ið hetta var komið fram, ringdu tey úr einum øðrum húsum, somuleiðis norðanfyri, at boða frá, at eisini frá teimum var olja stolin. Í hesum føri var oljufýrið slóknað skírishósdag, men tá ið tey skuldu fylla á tangan aftur, varnaðust tey, at spunslið varð leyst. Tað var skrúvað av, men so bara lagt oman á aftur. Tey meta at einir 300 - 350 litrar av olju, sum er stolin úr tanganum.

Og aftur í gjár hava tvey fólk ringt til løgregluna at melda, at olja er stolin. Hesir báðir seinastu stuldrarnir eru úr Eysturoy, men akkurát nær tað er farið fram, vita tey ikki.

Í øðrum førinum eru einir 600 litrar av olju stolin úr einum tanga hjá einum privathúsum í Eysturoy. Tey varnaðust stuldurin, nú tey fóru at hyggja at oljutanganum og sóu at lásið var brotið upp.

Í einum øðrum føri eru einir 1500 litrar stolnir úr einum báti í Eysturoy, men nær tað er stolið, er óvist.

Løgreglan sigur, at fyribils standa tey á berum, men tey vóna, at onkur hevur sæð okkurt, sum kann geva teimum nakað at abeiða við.