Hóast tað var serstakliga nógvur vindur leygarnáttina, so hava skaðafráboðanirnar ikki verið so nógvar sum væntað hjá Trygd. Á Skaðadeildini hjá Trygd verðurt upplýst, at tey á miðdegi í gjár høvdu skrásett bara 50-60 skaðar, og tað er ikki eins nógv, sum tey høvdu væntað, og lutfalsliga lítið í mun til aðrar stormar.
Talan er fyri tað mesta um smáskaðar sum t.d. brotnaðar takrennur og takplátur, inndekningar og ryggásir sum eru loysnaðar í nógva vindinum. Eisini eru fleiri trampolinir farnar í vindinum. Trygd heitir tí á fólk um at taka hesar niður skjótast til ber nú veturin nærkast.