Vágs Býráð hevur nú samtykt at játta fyribils byggiloyvi til ætlaða 50 metra langhylin í Vági. Tað var á Býráðsfundi í Vági í gjárkvøldið, at býráðið einmælt samtykti at játta byggiloyvi.
Hetta ger býráðið so at fyrireikararnir ótarnaðir kunnu arbeiða víðari við ætlanini uttan at verða seinkaðir av byggiloyvinum.
Hetta merkir, at býráðið samtykkir at geva fyrireikarunum eitt stykki at byggja eina høll við 50 metra svimjihyli og loyvi til at byggja høllina.
Kortini verður endaligt byggiloyvi latið, tá ið ítøkiligar tekningar og ein liðug verkætlan fyriliggur, sum býráðið so kann taka støðu til.
Tað, sum ætlanin er at byggja í Vági er ein høll inni á Oyrunum við einum 50 metra svimjihyli. Men ætlanin er eisini, at høllin skal verða ein vælverudepil og hon skal drívast við grønar orku, tí SEV hevur játtað at lata høllini ókeypis avlopshita frá elverkinum beint við og tað er nóg mikið til at hita bæði hyl og høll.