Ódnarveðrið, sum hevur leikað í í allan morgun, hevur gjørt stóran skaða runt umkring í Føroyum.
Ongin leggur hetta so vækl til merkis sum løgreglan, tí tað er hagar fólk ringja at boða frá skaðum. Og Løgreglan hevur eisini havt úr at gera í allan morgun at taka ímóti boðum frá fólki, sum hava ringt at boða frá stormskaðum.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at tey vórðu noydd at seta fleiri fólk við telefonirnar hjá Alarmsentralinum, og sostatt hava heili átta fólk sitið í allan morgun og tikið telefonina.
– Tað er sjáldsamt, at tað er so nógv at gera, sum tað hevur verið í morgun, sigur hann. Men hann sigur, at telefonin hevur gingið kyk og síðani klokkan seks í morgun hava tey fingið einar 120 fráboðanir um stormskaðar.
Tað er serliga Norðragøta, sum er hart rakt, tí hann metir, at eini 75 prosent av skaðunum eru í Norðragøtu, men eisini í Fuglafirði eru nógvir skaðar. Annars eru skaðar um alt landið, heilt úr Norðoyggjum, í Havn, vestur í Vágar og til Suðuroyar.
Trygvi Johanson, virkandi sløkkiliðsleiðari í Eysturkommunu, segði við www.info fyrr í dag, at eitt, ið hevði elvt til fleiri skaðar í Norðragøtu, var, at ein fyrrverandi grillbarr, ið hevur verið brúkt til goymsla, fór, øll sum hon var, í ódnarveðrinum.
Annars sigur vaktleiðarin, at talan er um alt handa slag av skaðum, sum eru hendir. Nógvir skaðar eru smáir, men eisini nógvir stórur skaðar hava verið, har heilir klædningar og heilar tekjur eru farnar. Annars eru tað kampingvognar, takrennur, jólatrø, og annað mangt, sum, hevur fingið skaða.
Men á løgreglustøðini harmast tey kortini um, at hóast jól eru í hondum, eru tað framvegis nógv, sum ikki hava fingið trampolinurnar undir tak.
– Vit hava fingið fleiri fráboðanir um, at trampolinur hava verið til vanda í vindinum, sigur hann. Hann leggur afturat, at nú sær út til, at tað ringasta er við at hæsa av, og telefonin ringir ikki so nógv longur.
Hinvegin hava tey onga fráboðan fingið um fólk, sum eru komin illa fyri ímillum bygdir í bili. Hann heldur, at Landsverk eigur ein stóran part av heiðrinum fyri tað, tí Landsverk hevur verið skjótari á veg við ávaringum um koyrilíkindi og við at steingja vegir, har tað verður metta at vera vandamikið at koyra.
Annars hevur tað verið ein afturvendandi trupulleiki, at bilførarar hava ikki tikið ávaringarnar frá Landsverki fyri fult, og so eru tey komin í neyð ímillum bygdir, og so skulu bjargingarfólk leggja á fjøllini at bjarga teimum aftur.