Føroyingar, sum búgva uttanlands, vita, hvussu stóran týdning tað hevur at koma saman í føroyingafeløgum.
Tað sama er galdandi fyri onnur fólk, sum hava búsett seg uttanlands.
Í 1999 fingu Karen Heinesen og tvær aðrar danskar kvinnur hugskotið at savna danskar kvinnur í Føroyum, og tær so gjørdu.
Ta ferðina møttu yvir 80 konufólk, Tann yngsta var tríggjar mánaðar gomul, og tann elsta 82 ár.
So nógvar hava tær tó ongantíð verið síðan.
- Hetta hevur einki við nasjonalismu at gera, men snýr seg um samleika. Vit eru øðrvísi, ti vit hava annan uppruna, og vit hava okkara mál, sigur Karen Heinesen.
Tær nevna felagsskapin Danske piger, men hetta er ikki eitt felag við limalista. Tær, sum hava hug at luttaka, hittast eina ella tvær ferðir um árið, sum tað liggur aðru fyri. Aðru hvørja fer hittast tær í Havn, og aðru hvørja ferð onkra aðrastaðni í landinum. Tær, sum skipa fyri, leggja sjálvar skránna.
Hava tað stuttligt
- Skráin er ikki tað avgerandi, men meira tað at hittast. Vit práta saman, flenna saman, tosa okkara móðurmál og syngja danskar sangir. Hetta er eitt høvi hjá donskum kvinnum í Føroyum at hittast og hugna sær saman. Vit eru nógvar danskar kvinnur í Føroyum og hava bara tað til felags at vera danskar. Her í Føroyum hava vit valt at liva okkara lív, við arbeiði, familjum og vinum. Annars eru vit ymiskar í aldri, útbúgving og á annan hátt, sigur Karen Heinesen.
Tað er nokkso torført at seta orð á, hvat samleiki er í hesum førinum.
- Føroyingar vita sjálvir, hvussu teir sum tjóð kunnu vera særdir. Til dømis hina ferðina, tá í skemti varð sagt í Danmark ”Spar i skat, skyd en færing”. Tað særdi føroyingar. Vit uppliva tað á sama hátt, um í Føroyum verður tosað niðurgerandi um danir, sigur Karen Heinesen.
Hetta er to ikki nakað, hon upplivir ofta í Føroyum.
Tað ber framvegis til at tekna seg til haldið leygardagin, og tað gerst við ar ringja til Ellis á tlf. 281101 ella skriva til gudmundellis@hotmail.com