Tað hevur aftur verið stormur í nátt og aftur í nátt er boðað frá skaða.
Løgreglan sigur, at tilsamans eru boðað frá 10 stormskaðum í nátt.
Teir eru allir fráboðaðir frá á midnátt til klokkan 03.30, tá ið tað var seinastu ferð, telefonin ringdi við fráboðan um skaða.
Løgreglan hevur so fráboðað sløkkiliðum og bjargingarliðum, sum sostatt aftur máttu til verka í nátt at bjarga tí, ið bjargast kundi.
Skaðarnir í nátt eru eitt nú í Vágum, Vestmanna, Havnini og í Klaksvík.
Í Klaksvík var tekjan á íshúsinum við at fara og í Havn hava bátabrýr undir Bryggjubakka rivið seg leysar og liggja skeivar.
Og so er tað framvegis onkur, sum ikki hevur tryggjað sær trampolinuna, men hon er so eisini farin í nátt.
Mesti vindur, sum er máldur í nátt, var 49,7 metrar um sekundi og tað var á Norðradalsskarði klokkan 03.08 í nátt.
|