-Her er altíð fult hús.
Tað má Sunnevá Petersen, leiðari á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi, ásanna.
Herfyri vóru akkurát 30 ár síðani, at fyrstu búfólkini flutti inn á heimið og síðani hava 846 fólk verið á heiminum sum búfólk og til umlætting
Tann fyrsta, sum flutti inn á heimið var Inga Joensen í Vági og henni á baki komu Malena Jespersen á Tvøroyri og Marin Vilhelm í Vági.
Hesi trý komu øll inn tann fyrsta dagin og tað næstu tíðina fyltist heimið skjótt, til tað var fult út á heysti í 1977.
Tríatiára føðingardagurin varð hátíðarhildin við eini lítlari samkomu fyri starvsfólki og øðrum, sum eru knýtt at heiminum og búfólkið fekk eisini veitsludøgverða.
Men í november, tá ið almenni føðingardagurin er, verður hann hildin við veitslu.
Hesi seinastu 21 árini hevur Sunnevá Petersen verið leiðari á heiminum og hon fortelur at á heiminum er pláss fyri 29 búfólkum og einum fólki til umlætting.
Tey fyrstu árini var ikki pláss fyri fólki til umlætting, men tørvurin var so stórur, at fyri 20 árum síðani tóku tvey baðiverilsi, sum tey ikki brúktu kortini, og gjørdu tey til kømur til umlætting.
Men fyri umleið tveimum árum síðani var annað kamarið til umlætting eisini tikið til búfólk, tí tað blivu so fá, sum komu til umlætting.
Sunnevá dugir ikki at siga, hvussu tað ber til. Men hon vísir á, at hetta fall saman við lógini um, at tey, sum komu til umlætting, skuldu betala fyri upihaldið. Í fyrstuni kostaði tað 100 krónur um dagin og nú er tað komið upp á 116 krónur.
- Tá kom rættiligur stígur í umsóknirnar um umlætting.
Annars er heimið altíð fult, men bíðitíðin er ikki so long nú, sum hon var fyri nøkrum árum síðani, men tað hevur gingið upp og niður.
- Tað stendur annars nógv fólk á bíðilista, men bíðilisti er ikki veruligur, tí tá ið vit senda boð eftir fólki, vilja tey allarflestu bíða.
At bíðilistin kortini er langur, er eitt tekin um, at fólk leggja umsókn inn ímeðan tey enn eru væl fyri og kunnu taka avgerðina sjálvi fyri at sleppa undan at leggja ábyrgdina á tey avvarðandi.
Kortini hava tey nøkur fólk á einum akuttum bíðilista og tey vilja ikki taka meiri á hendan listan, fyrrenn øll tey eru sloppin inn.
Nú umhugsa tey á Suðuroyar Ellis-og røktarheimi at leggja nøkur tveymanskømur niður og umskipa heimið fyri at fáa eina minni eind til minnisveik, tí teimum hevur heimið ikki serligar góðar umstøður til, sum nú er.
Men nær tað verður, veit leiðarin ikki.
Samstundis verður nýtt Ellis-og røktarheim bygt í vági og har er ætlanin at gera eina eind til minnisveik og tað heldur Sunnevá Petersen er tiltrongt.