##med2##
Nú sleppa øll at hita upp við Skansanum í Dansifrøi. Vit syrgja fyri røttu upphitingini so stemningurin á áskoðaraplássunum kring allan Tórsvøll verður betri enn nakrantíð áður, hetta boðar Skansin frá sum hevur upphiting í Dansifrøi frá klokkan 13 leygardagin.
Skansin hevur fingið ræðisrætt yvir 144 atgongumerkjum, og tey í Skansanum ætla at gera nógv burturúr at stuðla landsliðnum í EM-undankappingardystunum móti Rumenia leygardagin og móti Malta týskvøldið.