Hava alla tíðina stúrt fyri drápsætlanum

Fleiri hava bara bíðað eftir, at tær fyrstu drápsætlaninar ímóti Barrack Obama komu undan kavi, tí tað eru ikki allir amerikanarar, sum eru so fegnir um at fáa ein littan forseta

- Tað, sum øll hava hugsað, men sum eingin hevur torað at tosa um.

Soleiðis hava amerikanskir fjølmiðlar leingi skrivað og tosað um vandan fyri, at onkur kundi finna uppá at forða Barrack Obama at gerast tann fyrsti svarti forsetin í Hvítu Húsunum. Tí kom ntað ikki óvart á fjølmiðlarnar og onnur, tá samveldisløgreglan FBI í gjárkvøldið boðaði frá, at myndugleikarnir høvdu avdúkað eina ætlan um at beina fyri Barrack Obama. Sambært tíðindunum, sum tíðindastovan AP bar, skulu tveir nýnazistar, sum løgreglan hevur tikið, hava lagt ætlanir um at beina fyri 102 svørtum amerikanarum, teirra millum Obama.

Jim Cavanaugh hjá samveldisløgregluni í Nashville segði í gjárkvøldið, at tann 20 ára gamli Daniel Cowart úr Tennessee og tann 18 ára gamli Paul Schlesselman úr Arkansas ætlaðu at bróta inn í eina vápnahandil til at fáa fatur á vápnum, sum teir so skuldu brúka til álop á ein skúla, har næmingarnir yvirhøvur eru svartir.

Sambært Jim Cavanaugh ætlaðu teir báðir menninir at skjóta 88 svørt fólk og at hálshøggja 14 afturat. Tølini eru ikki tilvildarlig. 88 verður vanliga brúkt sum ein stytting av "Heil Hitler", og 14 ímyndar "tey fjúrtan orðini" í tí nýnazistiska sáttmálanum, skrivar NTB.

Fyribils eru teir báðir menninir varðhaldsfongslaðir, skuldsettir fyri at hava hótt eitt forsetavalevni, fyri ólógligt vápnahald og fyri at hava lagt ætlanir um at stjala vápn. Álopið á skúlan er ikki nevnt í skuldsetingini, tí løgreglan veit ikki, hvønn skúla talan er um, skrivar AP.

 

Á drápsferð

Sambært FBI fingu Daniel Cowart og Paul Schlesselman samband við hvør annan umvegis internetið fyri einum góðum mánaði. Samskiftið teirra millum vísir, at teir hava sera víðgongdar hugsanir um tann hvítamannin, sum eftir teirra tykki stendur oman fyri onnur fólk á jørðini.

Tann 20. oktober fór Daniel Cowart úr Tennessee til Arkansas, har hann skuldi hitta Paul Schlesselman, tí teir skuldu leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til álopini, sum so skuldu setast í verik.

Sambært einari lokalari tíðindatænastu skuldu teir fyrst leypa á skúlan. Síðani skuldu teir á eina drápsferð kring USA, og á hesi ferðini skuldu teir millum annað beina fyri Barrack Obama.

-Teir søgdu, at tann seinasti liðurin í ætlan teirra var at beina fyri Barrack Obama. Teir væntaðu ikki, at tað fór at eydnast, men at teir fóru at lata lív, tá teir fóru at royna, sigur Jim Cavanaugh við AP.

Í rættinum skulu teir báðir menninir hava svarað, at teir vóru til reiðar at lata lív undir royndini at myrða Obama.

 

Næstan av tilvild

Tað var næstan av tilvild, at drápsætlaninar vórðu avdúkaðar. Tann 22. oktober tók løgreglan í Crockett county í Tennessee Daniel Cowart og Paul Schlesselman, tí tað vísti seg, at teir høvdu óvanliga nógv vápn. Millum annað fann løgreglan eina høglbyrsu, eina riflu og tríggjar skammbyrsur hjá monnunum.

Tey, sum standa fyri valstríðnum hjá Barrack Obama, hava ikki gjørt viðmerkingar til handtøkurnar. Richard Harlow, sum er agentur hjá Secret Service, ið hevur ábyrgdina av trygdini hjá forsetavalevnunum, sigur við AP, at tey meta málið sera álvarssamt, og at tað verður kannað gjølla.