– Vit hava ongantíð verið undir so stórum trýsti, sum í ár.
Tað segði Sigvør Laksá, stjóri á G festivalinum, við útvarpsrásina, FM1 í gjár.
Seinnapartin í gjár frættist, at høvuðsnavnið á ársins G festivali, skotin, Lewis Capaldi, hevði gjørt av at nokta at spæla á G og grundgevingin var, var at umboðsmaðurin hjá honum hevur verið undir einum ógvuliga eirindaleystum trýsti frá umboðum fyri umhvørvisfelagsskapir, fyri at fara til eitt land, har tey drepa grind, at spæla.
Sigvør Laksá sigur, at tey gjørdu vart við seg fríggjadagin, men fyriskipararnir á G royndu, alt tað tey kundu, at geva teimum upplýsingar um grindadráp.ð
Men leygardagin var so aftur ein grind og eftir ágangin í tí sambandi, gjørdu Lewis Capaldi, sum sjálvur er vegetarur, av at avlýsa ferðina til Føroya.
Sigvør Laksá sigur, at hetta fyrstu ferð, at nakar avlýsir eina ætlaða konsert á G av tí at vit drepa grind.
Men hon sigur, at festivalurin hevur heldur aldrin verið undir so stórum trýsti frá umhvørvisfelagsskapum, sum akkurát í ár.
Hon sigur við FM1, at tey hava eisini verið í samband við eitt annað av høvuðsnøvnunum, bretan Fatboy Slim, men hann ætlar sær at koma til Føroya.
Hann er kanska tann, sum er fyri harðast ágangi av øllum fyri at fara til Føroya at spæla, men hann ætlar sær kortini.
Hann hevur enntá bjóðað sær til at spæla eina drúgvari konsert, enn hann vanliga ger, tí hann stuðlar okkara sjónarmiðjum.
Sigvør Laksá sigur, at nú fara tey at royna at finna onkran annan at spæla á G ístaðin fyri Lewis Gapaldi. Men hon ásannar, at tað verður ikki lætt, tí skotbráið er stutt.
– Men vit hav eini 50 konsertir og tltøk, so vit hava festivalin, hóast hann ikki kemur. Men hann var høvuðsnavnið á festivalinum hesa ferð, so tað er ótrúliga spell, sigur stjórin á G.
Hinvegin vænta tey ikki fleiri avlýsingar av hesari orsøk.
Hon sigur, at tað tykist ikki, sum at góð argument rína við í sambandi við grindadráp, tí tað eru myndir á sosialum miðlunum, sum hava størstu ávirkanina á fólk.