Hava 18 valevni klár til løgtingsvalið

Hóast meiri enn eitt ár er eftir til næsta løgtingsval, um so er at samgongan heldur, er Javnaðarflokkurin longu farin at brynja seg til valstríð. Heldur hendan samgongan alt valskeiðið, verður løgtingsval aftur 19. januar í 2012, men á landsfundinum hjá javnaðarflokkinum leygardagin varð upplýst, at flokkurin longu nú hevur fingið 18 valevni á uppstillingarlistan.

Tey 18 valevnini eru býtt soleiðis:

Norðoya Javnaðarfelag stillar fýra valevni upp. Har eru fyribils trý valevni komin á listan og tey eru Tummas J. Lervig, Eyðgunn Samuelsen og Aksel V. Johannesen.

Annars var Jónleif Johannesen eisini valevni, men hann hevur tikið seg aftur og seinast varð hann tilnevndur talsmaður fyri tann nýggja flokkin, sum fakfeløgini hava havt í umbúna at stovna.

Eysturoyar Javnaðarfelag skal hava seks valevni, men her eru trý komin á listan og tey eru Artur Johansen, Sofus D. Johannesen og Sunneva Mohr frá Sosialistiskum Ungmannafelag.

Norðstreymoyar Javnaðarfelag skal stilla trý valevni upp og har eru Hans Pauli Strøm og

Jóngerð Nielsen komin á listan higartil.

Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, sum eyðvitað er nógv tað størsta valfelagið, hevur fingið rætt til 12 valevni og har eru 9 nøvn fyribils komin á listan. Tey eru: John Johannessen, Helena Dam á Neystabø, Ingrid Henriksen, Heðin Mortensen, Halla Samuelsen, Levi Mørk, Sjúrður Johannesen, Maria Hammer Olsen og Jákup Danielsen.

Men harafturat skulu tvey umboð frá Sosialistiskum Ungmannafelag eisini á listan.

Sandoyingar hava stillað Gerhard Lognberg upp, men annars hava valfeløgini í Vágum og tey bæði feløgini í Suðuroy ikki nøkur valevni klár enn.

Á myndini sita Eyðun Johannesen, høgrumegin og Andrias Petersen á landsfundinum og lurta. Aftanfyri sæst Jonhild Eysturberg.