-Skipið er keypt til at sigla við alifóðri millium Føroyar og Skotland. Síðstu vikurnar hevur tað verið í Pólandi, har ymiskt viðlíkahald er gjørt, so sum sandblásing og máling. Harafturat eru ymiskar dagførðingar gjørdar, so tað vónandi verður væl egnað til siglingina.
Tað sigur Álvur Højgaard, reiðari á Navigare, sum eigur skipið.
Hetta skrivar Føroyska Sjómansmissiónin millum annað á sínum facebook vanga
-Skipið er frá 2000 og er í sera góðum standi. Vit hava sett nærum nýggja maskinu á dekkið og sett síðuskrúvu í aftan, so tað skuldi verði lætt at manerera, eisini tá leggjast skal til aliflakar, sigur hann.
-Skipið er 82,5 metrar langt, 12,4 metrar breitt og lastar góð 2500 tons. Motorurin er 2500 hestar MAK. Ferðin var góðar 12 sjómíl um tíman til Føroyar og tað er góð ferð, sigur Álvur Højgaard, skrivar Føroyska Sjómansmissiónin millum annað á sínum facebook vanga. Har sæst eisini meira, og fleiri myndir eru a síggja.
##med2##
##med3##
MYNDIR: Føroyska Sjómansmissiónin