Hattrick í hattrickum

ÍF Føroyar spældi í gjárkvøldið móti Kulpa, sum liðið hjá juralesandi á Keypmannahavnar Universiteti. Dysturin endaði við sannførandi 6-0 sigri til føroysku útisetarnar, sum nú veruliga mugu sigast at hava fingið gongd á, eftir at teir taptu teir báðar fyrstu dystirnar í kappingini. Og sigast má eisini, at Erling Fles av sonnum hevur fingið gongd á málskjótingina. Í gjárkvøldið skeyt hann fýra mál, og hetta er triðji dysturin á rað, at áleyparin úr Klaksvík skorar hattrick. Hini bæði málini gjørdi ein annar vandamikil harri, nevniliga Henry Petersen úr Fuglafirði. Næsti dysturin hjá ÍF Føroyum verður ikki fyrr enn 17. mai, tá mótstøðuliðið eitur BK Fix.