Formaðurin í Føroya Lærarafelag, Magnus Tausen, sigur seg ongantíð hava sagt, at ?Javnaðarflokkurin forðar skúlaloysn?
Formaðurin í Føroya Lærarafelag, Magnus Tausen, er sera vónbrotin av einari grein, sum stóð at lesa á Portalinum í dag undir heitinum ?Javnaðarflokkurin forðar skúlaloysn?. Í greinini verður hann endurgivin fyri at siga, at tá Javnaðarflokkurin ikki vil lata skúlamál til kommunurnar, liggur skúlin sum ein søkkandi skúta.
- Hetta havi eg ongantíð sagt, og vil heldur ikki endurgevast fyri, sigur hann.
- Tað, sum eg segði við blaðkvinnuna í dag var, at eg sakni eitt útspæl frá Javnaðarflokkinum, tí tað er ikki nokk at vera ímóti at leggja skúlan út til kommunurnar. Tí um skúlamál ikki skulu leggjast út, so má ein onnur loysn finnast sum skjótast. Man kann ikki bara siga, at einki skal gerast, staðfestir hann.
- Eg havi onki endamál við at fornerma Javnaðarflokkin og komi at standa sum eitt býtt undir einari slíkar yvirskrift, sigur Magnus Tausen, sum heldur fram, at:
- Meinti eg hatta, so skuldi eg nokk sjálvur skrivað tað á okkara egnu heimasíðu, sigur hann.










