Hatta er nakað lort Aksel og Høgni!

Tað er kanska gott tað sama, at uppskotið hjá Høgna Hoydal og Aksel V. Jo­hann­e­sen um broytta kring­varps­gjald­ið, ongan kjans hev­ur at koma í gjøgnum í løg­tinginum.

Seinastu vikuna hava vit hoyrt um uppskotið, sum Aksel V. Johannesen var við at fyrireika – nú er tað kon­kret­i­ser­að í einum lóg­ar­upp­skot­ið, sum Høgni Hoy­dal og Aksel V. Johannesn ætla at leggja fyri tingið.

Men uppskotið er ein stór­ur meinbogi fyri priv­atu miðl­ar­nar í Før­oy­um, tí Høgni og Aks­el ætla fram­veg­is, at Kring­varp­ið skal leggj­ast á all­an lýs­ing­ar­mark­n­að­in­ – og at ein grunn­ur – ein miðla­grunn­ur, skal stovn­set­ast, sum skal fáa lýs­ing­ar­peng­ar­nar, sum so aftur skulu býtast út til allar miðlar á onkran hátt.

Trupulleikin hjá okk­um í privatu miðlunum við hesum uppskoti er, at vit framvegis mugu kapp­ast við ein skatta­inn­krevj­ara um lýs­ing­ar­markn­að­in. Ikki nóg mik­ið við tí. Við einum »miðlagrunni«, sum so aftur skal býta pengarnar út til onkran hanus og janus – og allar helst til onkrar miðlar, sum avlaga kappingina enn meira – so verður púra einki skil í.

– Vit skilja ikki, hví summi fólk elska grunnar og nevnd­ir og al­ment lønt fólk, sum skulu sita og be­stemma, hvussu pengar hjá øðr­um skulu býtast út.

– Haldið tykkum til pol­it­isku semjuna, sum gjørd varð fyri nøkrum ár­um síð­ani – har niðursøtan hjá Kapp­ing­ar­ráð­num um, at lýsingar í al­menn­um kring­varp­ið er kapp­ing­ar­av­lag­andi, varð respekterað.

– Gev­ið privatu miðl­u­num frið at virka! Lat­ið vera við at gera teimum ó­náðir við slík­um skipaðum yv­ir­gangi móti privatum fyr­i­taks­­semi!