Tað var Tórhild Lassen í Saltangará, sum fekk fulla plátu í Gekka-spælinum í kvøld, og tað var systir hennara, Poula Lassen, sum var fjarritari.
Høvuðsvinningurin var á 170.000 krónur, sum Tórhild valdi at deila í teir tríggjar leyparnar við 60.000 krónum í hvørjum leypi.
Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum saman við 500 krónum fyri plátuna, hevði givið henni 10.500 krónur.
- Eg haldi, vit prøva umaftur, vóru boðini til gekka-vertin. Magnus Magnussen. Men, í øðrum drátti steðgaði hjólið aftur á 10.000 krónum.
Nú vildi Tórhild Lassen royna eina seinastu ferð, og fjarritarin so gjørdi. Men, eisini í triðju og seinastu royndini steðgaði hjólið enn einaferð á 10.000 krónum.
Men, tað var ein fegin systir og fjarritari, sum takkaði fyri, tá allir tríggir møguleikarnir í kvøld vóru brúktir. Fjarritarin hevði nú roynt tað, sum roynast kundi.
- Hatta er fantastiskt at fáa. Stóra takk fyri - og gott kvøld, vóru blíðu orðini hjá fjarritaranum vegna systir sína í kvøld, Tórhild Lassen.
10.500 krónur, tá upphæddin fyri plátuna er íroknað, er eisini ein góður vinningur.