Myndir: Álvur Haraldsen

Hátíðarhildu minnisvarðan yvir Hammershaimb

Minnisvarðin yvir V. U. Hammershaimb, "Móðurmálið", er nú reinsaður, og í tí sambandi var hátíðarhald seinnapartin.

Myndir: Álvur Haraldsen

Minnisverðin stendur niðanfyri gamla Landsbókasavnið í J. C. Svabosgøtu – nevndur eftir Jens Christian Svabo sum var ommubeiggi V. U. Hammershaimb.

 

Minnisvarðin varð reistur í 1948 til heiðurs fyri Hammershaimb, og standmyndin, sum Janus Kamban legði úr hondum, fekk sjálvandi navnið "Móðurmálið", tí Hammershaimb verður nevndur faðir at føroyska skriftmálinum. Tað var Janus Djurhuus, skald, sum upprunaliga avdúkaði minnisvarðan í 1948, og reglur úr yrking hansara til Hammershaimb á 90-ára degi hansara, "Fáir finnast frægir her á foldum", eru ristaðar í varðan.

 

##med2##

##med3##

 

Tað eru Almanna- og mentamálaráðið, Fróðskaparsetur Føroya og Landsbókasavnið, sum í felag hava átikið sær at fáa standmyndina reinsaða. Tjóðsavnið hevur ráðgivið, og serfrøðingar í konservering og gróthøgging hava staðið fyri arbeiðinum. Í samstarvi við Tjóðsavnið og Listafelag Føroya eru áhugaverdar myndir og annað tilfar funnið fram til eina framsýning á Landsbókasavninum.

 

##med4##

##med5##

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, helt røðu við hátíðarhalidið, sum byrjaði klokkan 15. Tórshavnar Manskór sang til hátíðarhaldið.

 

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

 

 

Myndir: Álvur Haraldsen

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, helt røðu

Tórshavnar Manskór settí sín dám á við sangi