Aftaná bjóðar kommunan ein drekkamunn í Gundadalsstovuni í Langhylinum, har høvi eisini er at bera fram eina heilsan.
Fyrsta skotið til langhylin var latið av í februar 2021, og er talan um eina sera umfatandi verkætlan. Langhylurin hevur 10 geilar á 50 metrar og rúmar 600 áskoðarum. Eisini er vælveruøki við hitarumi, gosbað og annað.
Langhylurin í Gundadali letur upp fyri almennari svimjing týsdagin 5. november.