Í samfull 90 ár er Sosialinum komin á gøtuna – næstn 12.000 ferðir.
Hetta verður hátíðarhildið í Miðlahúsinum í dag.
Klokkan 16 seinnapartin verður almenn móttøka í Miðlahúsinum, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Í kvøld verður døgurði fyri starvsfólkum og makum – og seinni, frá klokkan 22:30, verður opið hús í Miðlahúsinum, har øll sum hava starvast í Miðlahúsinum og á Sosialinum gjøgnum árini eru hjartaliga vælkomin.
– Og hevur verður hugsað um øll fólk. Bæði tey, sum hava verið í føstum starvi og allar avloysarar og fólk, sum á annan hátt havt eitthvørt tilknýti til blaðið. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Í Miðlahúsinum hetta kvøldið verður livandi tónleikur og okkurt gott til matna verður, eins og okkurt at sløkkja tostan við.
Í Sosialinum, sum verður borin í hvørt hús í dag er stórt serblað í sambandi við níti ára dagin.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja hugaliga innslagið í Degi og Viku í gjárkvøldið um føðingardagin hjá Sosialinum