Hatespeech, Gestir og Crashwave live í Gøtu fríggjakvøldið

Tíðindaskriv frá Samtakinum Grót

Um vikuskiftið verður enn ein konsert í røðini av konsertum við prixaktuellum bólkum í Losjuni í Gøtu, sum Tónleikasamtakið Grót skipar fyri.
Hesaferð eru m. a. tveir av bólkunum, sum skulu royna seg í 5. umfari í prixnum, og sum nógv seta stórar vónir til á palli í Gøtu, umframt ein av góðu bólkunum úr 3. umfari.
Hatespeech eru gamlir í garði og vóru kanska okkara fyrsti thrashbólkur tá miðskeiðsis í 90´unum, tá bólkurin byrjaði. Tað eru framvegis mong, sum halda at Hatespeech er ein av okkara allarbestu rokkbólkum, kanska serliga tí at teir hava megnað at endur-nýggja stílin í takt við menningina innan harða rokktónleikin. Guitarleikarin Heðin verður eisini av mongum mettur at vera ein av fremstu guitaristunum í landinum. At Hans Marius, sangari í Flux, eisini er komin við bólkin fyri eini tíð síðan, er eisini við til at endurnýggja og gera bólkin spennandi.
Gestir eru ikki eins kendir sum Hatespeech, men teir hava verið við í ymsum høpi og hava vunnið sær stóra virðing fyri tær framførslur teir hava havt higartil. Stílurin er melodiøsur, nokkso harður rokkur, nakað skildur við nøvn sum eitt nú Radiohead, Jeff Buckley, Muse. Gestir og Hatespeech skulu kappast í prix Føroyum 5. umfari.
Triði bólkurin er Crashwave, sum komu sera væl frá framførsluni í 3. umfari í prixkappingini. Tey spæla nýmótans rokk, og hava eftir føroyskum mátistokki fleiri nýskapandi ting at bjóða.
Umframt breiða musikalska úrvalið er okkurt serligt fløgutilboð frá TUTL á skránni. Millum annað kanst tú ogna tær nýggju fløguna hjá Kára Sverrissyni fyri einans 100 kr.
Tiltakið verður í kvøld, fríggjakvøldið 28. februar kl 22. Kostnaðurin er 80 kr, tó fyri limir í Grót einans 50 kr.