Í fjør fingu 186 fólk viðgerð á Blákrossheiminum fyri trupulleikar við rúsdrekka og rúsevnum, og tað eru 11 fólk fleiri enn í 2015, tá ið 175 fólk fingu viðgerð.
Tað verður staðfest í ársfrágreiðingini hjá Blákrossheiminum.
Á Blákrossheiminum siga tey, at annars var 2016 munandi øðrvísi enn 2015, tá ið hugsað verður um hvørji rúsandi evni, misnýtarar vóru bundin av.
Tey staðfesta, at rúsdrekka er framvegis nógv tann størsti trupulleikin. Hinvegin vísir tað seg, at tey, sum eru bundin av ymsum rúsevnum, eru eisini eru bundin av alkoholi.
Blákrossheimið sigur, at 74 prosent av teimum, sum vóru í viðgerð í 2016, høvdu trupulleikar av alkoholi, í 2015 var tað talið 64 prosent. Hini 26 eru tey, sum drekka rúsdrekka samstundis sum tey brúka onnur rúsevni. Í 2015 var hetta talið 36 prosent.
Tey staðfesta, at broytingin var óvæntað, og tey hava ikki nakra greiða frágreiðing. Men tey vita, at í seinna hálvári í fjør var hassjturkur í Føroyum. Og teirra royndir vísa, at tá ið minni er til av hassji, fara tey, ið roykja hassj, ikki so ofta at brúka dýrari evni ístaðin, men fara heldur at drekka verri, til tey aftur fáa fatur á hassji.
Annars hevur tað verið ymiskt, hvussu nógv eru bundin av alkoholi og tablettum, Í 2015 vóru sjey prosent av viðgerðunum fyri hetta slagið av misnýtslu, og tað var tað sama í fjør. I 2015 vóru tað annars 17 prosent av teimum, sum vóru í viðger á Blákrossheiminum, misnýtarar, sum bæði drukku rúsdrekka, tóku tablettir, royktu hassj og brúktu annað narkotika, alt í senn. Í fjør var hetta talið 14 prosent.
Á Blákrossheiminum siga tey, at ein grund til at næstan eingin bara er bundin av einum einstøkum evni, kann vera at útboðið av rúsevnum er óstøðugt.
– Hetta at næstan eingin heldur seg til eitt einstakt evni, kann hugsast at vera eitt serføroyskt fyribrigdi, og orsøkin kann vera, at útboðið av ymsum sløgum av rúsevnum er avmarkað og óstøðugt, siga tey á Blákrossheiminum.
Annars siga tey, at nú er støðan tann, at ein størri partur av viðgerðunum eru fyri misnýtslu av rúsevnum, saman við alkoholi og tablettum.
– Henda gongd eigur at verða tikin í størsta álvara, siga tey á Blákrossheiminum.