Tóra Winther Reinert og Turið Johannesen
????????????????????????????????????
Vit settu okkum fyri at fáa innlit í, hvussu roynt verður at steðga innflutningi av rúsevnum til Føroyar.
Við hesum í huga fóru vit at tosa við narkodeildina.
Á narkodeildini sita fimm mans og ein hundur. Teirra arbeiði byggir á 4 ára royndir innanfyri einum, ið kallast Narkotikabólkurin. Teir arbeiða 38 tímar um vikuna og til tíðir meir.
Fyri at fyribyrgja, at ung nýta rúsevnir undirvísa teir í fólkaskúlunum,og arbeiða í tøttum samstarvi við tollarnar, sum eisini hava hund. Saman kanna teir innflutningsstøðini. Tó kunnu rúsevnini verða funnin allastaðni. T.d. funnu teir einaferð eina sodavatnsdós, har botnurin var skorin undan og hash var fylt í. Botnurin var síðan límaður á aftur, og dósin var sett í eitt kartong av sodavatnsdósum. Hetta vísur okkum, hvussu kreativir smuglarnir kunnu vera. - og uttan hundin høvdu teir ikki funnið hetta.
Um rúsevnið kemur inn í landið, skulu teir finna teir, ið standa aftanfyri.
Teir arbeiða á ein annan hátt enn aðrir løgreglumenn og teir royna at vera anonymir. Í einum lítlum landi sum Føroyar kann hetta vera trupult. Summir seljarar kenna teir aftur, tó halda teir, at hetta er gott, tí teir síggja beinavegin á teimum, um teir goyma okkurt fyri teimum.
Fyri at fáa fatur á seljaranum verður ofta tosað við keyparan og annars fáa teir upplýsningar frá ymsum fólki. Í Føroyum kann løgreglan altíð rannsaka eitt hús um nóg stórur illgruni er til tess.
Handtøka
Tá ið seljarar verða handtiknir skulu teir innan 24 tímar fyri ein dómara. Hetta verður kallað ein grundlógarhoyring. Undir grundlógarhoyringini hava teir ikki rætt til ein sakførara og heldur ikki til eina telefonsamrøðu. Ofta verða teir settir í isolatión, tá tað snýr seg um rúsevnismál. Tað fevnir um eina viku á gangin, ofta sita teir tvær tilsamans. Tað longsta tíðarskeiði, ið teir hava havt ein persón sitandi í isolatión er tveir og ein hálvan mánaða. Tá snúði tað seg um ein stóran seljara. Um viðkomandi fær abstinensir, verður viðkomandi oftast sendur til Deild 2 á Landssjúkrahúsinum, ið hevur sera framkomna viðgerð innan hetta økið. Revsingin fyri at hava verið ein stórseljari er um eini 3 ár. Men fá gramm skulu til fyri at fáa ein harðan dóm.
Rúsevnini
Øll rúsevni finnast í Føroyum, tó er sera lítið heroin. Viðmerkjast kann, at kokain er sera lítið av og at stórar nøgdir av amphetamin eru at finna. Amphetamin kann líkjast hørðum tyggigummi. Eitt rúsevni, sum verður kallað Crack, er tað sterkasta rúsevni, ið til er. Tekur tú tað einaferð, so tekur tú tað restina av lívinum. Ecstasy er eitt kemiskt framleitt evni, sum er formað sum ein lítil tablett. Nógv ymisk evni eru í og ikki eru tey somu evnini í hvørjari tablett. Sera vandamikið kann vera at taka eina tablett av ecstasy, tí kroppuri kann gerast ovurviðkvæmur av henni og doyggja spakuliga. Eftir at tveir tímar eru farnir, kunnu læknarnir einki gera. Tey fáu, ið yvirliva eftir ein slíkan tilburð, blíva sjálvdan normal í høvdinum aftur. Ein sovorðin ecstasytablett kostar 250-375 krónur, og kann hava mong ymisk merki á sær, t.d. eina kanin. Harafturímóti er tað mest kenda rúsevnið í Føroyum hash og er so samstundis tað veikasta rúsevnið.1 gramm kostar umleið 125 krónur á gøtuni í Havn.
Politistarnir halda, at seljarin er óndsinnaður og at hann bara vil hava teg bundnan av rúsevninum, so hann kann fáa pening frá tær.
Tollarnir
Teir forða rúsevnisinnflutninginum vid tolleftirliti, teir kanna ferðandi, skip, flogfør og farm. Eisini gera teir mangar stakroyndir, støðga fólkið í tollinum, kanna fraktina saman við hundinum, og halda eyga við móttakarum, ið virka misteinkiligir.
Teir samstarva við politi og tollarar uttanlands, sum siga teimum frá, um teinkjast kann, at okkurt er á veg.
Starvsfólk mistonkt í innflutningsmálum
Vanliga verður ikki so nógv gjørt við slík mál, men um nóg nógvar áheitanir koma um ein serligan persón, so halda teir eyga við viðkomandi. Um teir halda, at viðkomandi er sekur, so verður hann handtikin. Síðani boða teir fraktdeildini frá og teir koyra persónin á politistøðina.
Afturhildið rúsevni
Í 2003 var sera nógv afturhildið í Føroyum, Eini 50 kg, ið vóru á veg til Íslands, eitt sindur av ampfetamin og kokain. Her tosa vit um eini 5-20gramm. Politistarnir á narkodeildini søgdu, at sera sjálvdan koma teir út fyri at ecstasy kemur hendan vegin.
Hundurin
Hundurin er vandur, so at hann snoddar øll narkotisk evni.
Hann kostaði 200.000 krónur og er keyptur í Svøríki.
At enda siga politistarnir seg fylgja væl við alla tíðina, bæði í býi og á bygd. Teir hava eftirlitið við øllum posti og teir halda altíð eyga við fólki, sum koma henda vegin?..men tað er eitt dult evnið, tí fáa teir ikki útalað seg meira um hetta.