Í framtíðini sleppa foreldur, sum forvinna minni enn 250.000 krónur um árið, frá at gjalda fyri at senda síni børn á tann kenda lærda háskúlan í Massachusetts. Sum er rinda hesi foreldrini góðar 12.000 krónur um árið fyri hvørt barnið, sum verður upptikið á Harward.
Men tað eru ikki bara hesi, sum sleppa bíligari í framtíðini, tí foreldur, sum forvinna ímillum 250.000 og 400.000 krónur, skulu nú rinda einar 7.500 krónur minni fyri at hava eitt barn á tí kenda lærustovninum.
Rektarin á Harward, Lawrence H. Summers, sigur við blaðið Harward Unisersity Gazette, at broytingin í skúlagjaldinum er ein boðskapur um, at tann kendi lærdi háskúlin er ætlaður øllum skikkaðum næmingum, sama hvussu teirra fíggjarliga grundarlag er.
-Mong halda, at hetta er ikki so, men hesa uppfatanina skulu vit broyta, sigur rektarin.