Johannes Hansen
????????????????
Tað vísir seg, at hvørja ferð fiskiskapur, fiskidagatal og hvussu stórar nøgdir, ið kunnu fiskast o.a. verður umrøtt, so verða smábátarnir onkursvegna altíð drignir upp í málið. Tað hevur verið nevnt eitt tal uppá umleið 800 smábátar, eisini kallaðir frikadellufiskarar, ið eru inni í fiskiskapinum. Hvussu nógvir av hesum 800 bátunum dríva útróður, so tað munar, er ilt at siga. Nakrir eru, sum gera eitt sindur meira við tað enn aðrir og kanska avreiða eitt sindur, men hvussu nógvir eru teir, ið kanska ongantíð avreiða, ella bert hendinga ferð, slíkir, ið stórt sæð bert fiska til húsbrúk? Eg rokni við, at tað er nógv tann størra helvtin. Tí er tað ørkymlandi fyri smábátaeigararnar altíð at verða drignir upp í málið, tí sjálvsagt føla teir á sær, at teir eru undir mistanka fyri at vera til ampa fyri fiskastovnarnar, tí at verja fiskastovnarnar er jú tað, tað heila gongur út uppá.
Ein av frøðingunum, Óli Samró, úttalaði seg í útvarpinum eftir kjakið 22/06 ímillum Petur Steingrund og Jón Kjartanson, og nevndi, at smábátarnir áttu at verið tiknir úr fiskidagaskipanini, nakað, ið Bjørn Kalsø og aðrir undan honum eisini hava verið inni á, og koyrdir í eina ella aðra skipan, ið líkist tí, ið er fyri haruskjóting.
At taka smábátarnar úr fiskidagaskipanini taki eg fult undir við, og lat so teir fiska, sum vilja fiska. Tað hevði lætt nógv um hjá teimum, ið umsita fiskiloyvini, og eisini teimum, ið hava rætt til at fáa tey. Er veður og streymur til vildar kunnu menn fara til útróðrar og kanska avreiða eitt sindur, um teir hava fiskað meira, enn brúk er fyri at taka við til hús, uttan at hugsa um fiskiloyvi.
Fyri at koma aftur til haruloyvið hjá Óla Samró má eg viðganga, at eg hevði ilt við at skilja tað, annað enn sum bíligt skemt, og óivað nógvir við mær. Tosar man um loyvi til at skjóta haru, so kostar tað pening, og tað rættiliga nógvan eisini, harafturat er man avmarkaður til tann hagan, man hevur keypt.
Meinar Óli Samró, at eigararnir av smábátunum kortini skulu keypa sær fiskirættindi, kanska í einum fiskidagabanka? Fiskidagabanki hevur fyrr verið uppi og vent, men kanska hann er ætlaður øðrum bólkum? Og síðani verða avmarkaður til eitt ávíst pláss, líka sum við haruhaganum. Hvør skal taka sær av vaktarhaldinum? Fær tú loyvi at fara til útróðrar t.d. Norð ímillum Grynnur, og dittar tær suður á Riv, kanst tú so vænta at blíva tikin og fáa bót, líka sum sunnudagsfiskarin, ið nevndur varð í Dimmalætting týsdagin 29. Juni, eitt satt bragd má sigast? Um so er, er skipanin betri í verandi líki. Hevur tú ein bát, ið er tilmeldaður áðrenn 01/01/95 minnist meg rætt, so hevur tú rætt til eitt fiskiloyvi uttan at gjalda fyri tað.
At fara til útróðrar og fiska til húsið ? fyrst og fremst ? og eisini avreiða, um nakað er at avreiða, er aldargomul føroysk mentan, sum útróðrarmaðurin ikki hevur goldið fyri fyrr, men sambært Óla Samró »skal der andre boller på suppen« fyri smábátaeigararnar.
Er tað so, at eg havi misskilt Óla Samró, hevði tað verið gott, um hann greiddi almenninginum nærri frá, hvat hann meinti við, tá hann segði, at smábátaeigarar skuldu komið undir eina skipan, ið líkist tí fyri haruskjóting.