Vit hava spurt Livar Nysted, havrógvara og listamann, nakrar spurningar um ársskiftið.
Hvussu hevur 2016 verið fyri teg?
- 2016 hevur veri eitt spennandi og hendingaríkt ár við bæði góðum og minni góðum upplivingum.
Hvør var besta upplivingin?
- Besta upplivingin var at fara við familjuni til Afrika og møta okkara sponsorbørnum, Sammy og Lucy.
Hvør var keðligasta upplivingin?
- Keðiligasta upplivingin, ella eg kundi sagt keðiligastu upplivingarnar vóru eisini í Afrika. At síggja alla neyðina var sera hart. Svong gøtubørn í ongan góðan hava, familjur við smáum børnum, ið búgva á ruskplássinum, og so fongslið, vit vitjaðu, vóru nakrar av teimun minni góðu upplivingum, eg havi haft í 2016.
Hvar hevur tú sett tær fyri í 2017?
- Eg havi sum so ikki sett mær nakað serligt fyri í 2017. Onkrar róðrarplanir eru í stoypiskeiðini, og hvør veit um 2017 ikki verður starturin uppá nakað heilt serligt innan havrógving? Livst so spyrst. Annars taki eg ein dag í senn og njóti lívið.