Hart arbeiði at stilla upp

Tað er nógv at fyrireika seg til, tá ein skal dríva valstríð, sigur Vilhelm í Skálanum frá Miðflokkinum.

Við borðið hjá Miðflokkinum sita trý nýggj valevni, og Vilhelm í Skálanum er ein teirra.

- Tað er hart arbeiði at stilla upp. Tað er ein stór avbjóðing, men vit hava fingið góðan stuðul frá floksleiðsluni, sigur Vilhelm í Skálanum.

 

- Tað er nógv at fyrireika seg til, nógv at seta seg inn í, men verandi tingfólk hava altíð verið klár, tá vit hava heitt á tey, sigur hann.