Harry prinsur: Har vóru ikki aðrir møguleikar

Harry prinsur og konan Meghan hava lagt frá sær sínar kongaligu skyldur. Hann ynskir sær eitt meira friðarligt lív.

Bretski Harry prinsur sigur á fundi fyri vælgerðararbeiði, at tað hevur volt honum stóra sorg, at tað er endað á henda hátt – at hann og konan Meghan partvís hava slitið við bretska kongshúsið.

Hann sigur, at tað var ikki ein avgerð, sum hevur verið løtt, men at har vóru ikki aðrir møguleikar.

Tað sigur sjónvarpsrásin Sky News.

Leygardagin kom fram, at Harry og Meghan – hertúgin og hertúgindan av Sussex – taka seg aftur frá teimum leiklutum, sum tey hava havt í kongsfamiljuni og siga frá sær apanasjuna – pengar frá kongshúsinum.

Harry, sum er yngsti sonur Dianu prinsessu, sigur, at hann ynskir at liva eitt meira friðarligt lív.

 

/ritzau/