Tølini er fyri Býarbókasavnið, skúlabókasøvnini og Kollafjarðar bygdar- og skúlabókasavn í 2006.
Barnabókasavnið og skúlabókasøvnini hava tilsamans lænt út uml. 50.000 bøkur, ljóðbøkur, dvd-filmar. Afturat hesum kann so leggjast tað tilfarið, sum verður brúkt til evnisviku, og verkætlanararbeiði.
Mest lænta barnabókin til stór børn var: Harry Potter og hálvblóðsprinsurin. Mest lænta barnabók til minni børn var: Egner, Thorbjørn: Klintrimús og hini djórini í Vallbakkaskóginum. Mest lænta myndabók, ætlað børnum undir skúlaaldur var: Oskarsson, Bárður: Ein hundur, ein ketta og ein mús.
Vaksnamannabókasavnið hevur tilsamans lænt út uml. 56.000 bøkur, ljóðbøkur og dvd-filmar.
Mest lænta skaldsøga fyri vaksin var: Jóanes Nielsen: Glansbílætasamlararnir, og mest lænta yrkisbókin fyri vaksin var: Árni Dahl: Navnabókin.
84.584 vitjaðu Býarbókasavnið í 2006. Nógv av hesum, børn og vaksin, vitja bókasavnið uttan at læna tilfar heim við. Barnagarðar og foreldur koma við børnum og hugna sær við upplestri ella siga frá søgum. Størri børn sita og lesa á barnabókasavnium ella spæla teldu. Júst nú í mars hevur bókasavnið fingið eina barnasíðu burturav til børnini at leita í, sí HYPERLINK "http://www.byarbok.fo" www.byarbok.fo
Nógv vaksin vitja bókasavnið fyri at nýti teldurnar ella at lesa bløð og ávísir. Bókasavnið hevur øll føroysk bløð og tíðarrit og eitt úrval av útlendskum bløðum og tíðarritum.
Hóast trongar umstøður er Býarbókasavnið nú vorðið eitt stað, har fólk steðga á og hugna sær.
Rørslutarnað fáa nú eisini komið á Býarbókasavnið, tí um várið 2006 fekk bókasavnið loksins eina lyftu, sigur Anna Brimnes á Býarbókasavninum í Havn.