Harry hevur runnið skeiðið at enda

Týsdagurin 25. juni 2013 var av teimum fagrastu og ikki minst á Toftum. Sum so mang­­­­an áður, so fór knapp­liga 75 ára gamli Harry Hov­­­­man Hansen tíðliga frá hús­­um. Ørindini vóru einki ann­­­að enn at renna teir stív­liga tíggju kilometrarnar frá heim­inum uppi á Regni, har Emma og hann hava búð í meiri enn eina hálva øld, og runt Toftavatn. Hann legði eina heilsan til konuna, har hann segði, at hann varð aft­ur um ein tíma.
Eingin grunaði, at nú var teinurin runnin hjá Harry, sum var føddur 4. august fyri 75 árum síðani. Deyðin møtti honum við Toftavatn. Konan og synirnir báðir og øll teirra gráta, syrgja og sakna mann­in, pápan, abban og verpápan, sum var teimum so kærur, og sum elskaði og gav teimum alla sína tíð, alla sína megi og allan sín huga.
Tá ið deyðsboðini fóru um bygdina, kendist tað sum um, at skýggj dró fyri sól. Alt steðgaði upp. Ein av bygd­­ar­­inn­ar frægu synum var farin.
Harry var góður við øll, og øll vóru góð við Harry. Hann var ein av ímyndunum av lokala samfelagnum, eyðkent av samanhaldi, dirvi og á­grýtni.
Fyri øll tey, sum hava gingið í Tofta skúla síðani í 1980, var hann ídni, nærlagdi, gemytligi, arbeiðssami og trúfasti skúlatænarin, sum tænti bygdini, kommununi, starvsfólkunum og ikki minst skúlabørnunum.
Umframt at røkja skúlan, so høvdu Emma og Harry í mong ár ábyrgdina av svimji­hylinum. Eingir lepar hingu við. Nú er nakað fráliðið, síð­­­ani Harry legði frá sær í skúl­anum, og at tey bæði eitt sind­ur seinni sleptu svimji­hylinum.
Tey í eldra ættarliðnum minnast hann sum yngsta av teimum níggju børnunum hjá Hansinu, sum var ættað úr Elduvík, og Antoni Hansen, sum var úr Túni á Toftum. Nú eru tey øll farin.
Harry var blaðungur, tá ið hann fór til skips. Skips­felagarnir siga um hann, at hann var tiltikin nærlagdur og skjótur egnari. Tá ið hann var tilkomin lærdi hann til rørleggjara hjá Bjarna Han­sen í Runavík. So var hann maskinmaður á flaka­virk­inum Nyki í nøkur ár, áðrenn boð vóru eftir honum at taka sær av skúlanum.
Og tey eru so mong, sum kennast við Harry frá ítrótt­inum. Hann var tiltikin fim­leikari, og hann hevði góðan hug og gott hegni at spæla bólt. Stríðsfýsnið og tað æru­­­­kæra kom væl við hjá teim­­­um í ZigZag og seinni í B68. Og tá ið tað ráddi um at taka tøk og at leggja rygg til á Svangaskarði, so var Harry altíð klárur.
Í áttati árunum breyt elsti sonurin, Absalon, slóð sum rennari á høg­­um støði í Før­oyum. Viljin og turka trúgvin upp á, at tað skuldi bera til, stavaði ikki frá fremm­­and­­um. Absa­lon vann mara­ton­­renn­ing­ina á Oyggjaleikunum í Før­oy­um í 1989, tá ið hann var fyrstur um málstrikuna, sum var á Toftagjógv. Tá hevði tað longu fest í hjá tá 50 ára gamla pápanum. Harry dreiv á at renna – viðhvørt sást Emma saman við honum – og nógvu tey seinastu árini luttók hann í flestu rennikappingum. Hann setti sær eisini onnur mál. Eitt nú rann hann í 2006 frá kirkjuni á Nesi og umvegis allar kirkjurnar á vegnum og ígjøgnum nýggja Norð­oya­tunnilin og á gáttina á Christ­ians­kirkjuni, og eitt sindur seinni rann hann úr heim­bygdini hjá mammuni, Eldu­vík, og út á Toftir.
Tey vóru blaðung, Emma hjá Nannu og Wenzeli Olsen ella Wenzeli í Køkinum og Harry, tá ið tey funnu saman og giftust. Tey hava verið fyri­myndar­lig hjún. Sást tú annað, so var hitt ikki langt burtur, og Harry var ein ordu­ligur konumaður. Tey vóru felags um arbeiðið, tey vóru felags um at røkta familj­ur­nar í breiðum týdningi, tey vóru felags um seyðin, ítrótt­in og alt annað.
Í kirkjuni og missións­hús­inum vóru tey trúgv, og tað var so ofta, at Harry tók orðið og greiddi frá, hvat lívs­grundarlagið var, sum hann fann á ungum árum, og sum hevði borið hann og tey all­an vegin. Emma og Harry fingu fýra børn - Absalon (1959), Wenzel (1963-2006), Hansy (1969-1970) og Hans (1973). Trúgvin gav styrki at bera saknin og sorgina eftir missin av tveimum børnum, og Harry tók viðhvørt til, hvussu hann gleddi seg at síggja tey aftur, sum vóru far­in undan honum.
Absalon hevur verið tofta­­maður í Havn, síðani hann var blaðungur. Fyri nøkr­um árum síðani flutti Hans til Havnar, eftir at hava búleikast í Århus í fleiri ár. Lítla Emma, Sigrid og Ró Apolonia hava seinnu árini verið í miðdeplinum hjá ommuni og abbanum. Í dag fylgja tær abbanum til gravar. Saman við teimum, Emmu, Absalon og Ingibjørg og Hans og Rak­ul syrgir øll bygdin og so mong onnur.
Harry var eitt verdugt um­boð fyri sína familju, sína bygd, sítt land og sín Harra og Frelsara.
Tá ið deyðsboðini komu, runnu orðini hjá Paulusi apostli til Timoteus so snøgg­­liga fram fyri meg: Eg havi strítt hitt góða stríð, havi runnið skeiðið at enda.. Nú liggur rættvísiskransurin mær til reiðar; Harrin, hin rætt­vísi dómari, skal geva mær hann hin dag.
Sum vit kenna hesi orðini at passa væl upp á Harry.
Hvíl í friði skyldmaðurin. Ærað veri minnið um Harry H. Hansen á Toftum.
----
Jóannes Hansen