Harry Hansen 65 ár

Ivaleyst eru tey fleiri, sum kvøkka við, men kortini er tað ein veruleiki. Harry Hansen, sum fleiri ferðir tey seinastu árini hevur runnið maraton teinin, varð 65 ár mánadagin 4. august.

Harry Hovman Hansen er toftamaður. Hann hevur alla sína tíð búð á Toftum, og hann livir og andar fyri øllum tí, sum hevur við Toftir at gera. Harry er yngstur av børnunum hjá Hansinu, sum var ættað úr Elduvík, og Anton Hansen, sum var úr Túni á Toftum. Harry og tey vóru níggju systkin: Karolina, Kirsten, Selmar, Hjørdis, Viggo, Jaspur, Hákun, Adolf og Harry. Selmar, Hjørdis, Jaspur, Hákun og Adolf eru farin foldum frá.
Harry fór, sum flestu dreingir á Toftum fyrrapartin av fimmti árunum, rættuliga ungur til skips. Hann sigldi við línubátum, og hann róði út í Grønlandi. Harry lærdi blikksmíð hjá Bjarna Hansen í Runavík, og seinni var hann í fleiri ár maskinmaður á Nyki. Síðani fyrst í áttati árunum hevur Harry verið skúlatænari í Tofta skúla. Tað er eingin ivi um, at hann gongur við lív og sál upp í sítt arbeiði. Eisini upp í ansingina av svimjihylinum, sum verður leigaður út og sum er opin fyri almenninginum, umframt at hann verður nýttur av skúlanum.
Harry er giftur við Emmu. Hon er dóttur til Nannu og Wensel Olsen, Wensel í Køkinum, á Toftum. Emma og Harry bygdu uppi á Regni, og tey fingu fýra børn: Absalon, sum býr í Havnini, Wensel, sum býr á Toftum, Hansy, sum bara var hálvt ára gomul, tá ið hon doyði í 1970, og Hans, sum býr í Århus.
Harry hevur altíð verið lættur og fimur, og honum hevur dámað væl at íðka allan ítrótt. Men tað var ikki fyrrenn eftir at sonurin Absalon var farin at taka renningina í stórum álvara ? hann vann maratonrenningina, tá ið Oyggjaleikirnir vóru í Føroyum í 1989 ? at Harry miðvíst fór at venja og renna. Síðani tá hevur hann luttikið í einari rúgvu av rennikappingum.
Emma og Harry hava hildið trúliga saman í mong ár. Har annað er at síggja, sæst hitt eisini. Emma hjálpir Harry at ansa svimjihylinum, og tey eru trúgv í kirkjuni og í missiónshúsinum. Tað kemur meiri enn so fyri, at Harry ber ein vitnisburð fram, bæði í heimbygdini og aðra staðni, har hann vitjar í sambandi við missiónsvikur og onnur høvi.