Varaforsetin í USA, Kamala Harris, kann gerast forsetavalevni hjá demokratunum, eftir at Joe Biden vísti á hana í kvøld, í samband við at hann sjálvur tók seg aftur sum valevni.
Kamala Harris er fyrsti kvinnuligi varaforsetin í USA.
Eisini er hon fyrsti varaforsetin, sum er svartur, tí pápi hennara er úr Jamaica, meðan mamma hennara er indisk.
Lær meira um, hvør Harris er:
Navn: Kamala Devi Harris.
Aldur: 59 ár.
20. október 1964 í Oakland, Kalifornia, USA.
Dóttir: Donald Harris og Shymala Gopalan Harris.
Tjóðskapur: Amerikanskur.
Flokkur: Demokratarnir.
Útbúgving:
* 6. - 10. flokkur í Westmount skúla í Montreal í Kanada.
* 1986: Bachelor á Howard háskúlanum.
* 1989: Masterútbúgving í løgfrøði á universitetinum í Kalifornia.
Starv:
* 1998: Advokatur í løgmálaráðnum í San Francisco.
* 2004-2011: Amtssakførari í San Fransisko.
* 2011-2017: Høvuðsløgmaður fyri ríkið Kalifornia.
* 2017-2021: Senatorur fyri ríkið Kalifornia.
* 2019: Meldaði seg til at gerast demokratiska forsetavalevnið til valið í november 2020, men tók seg aftur 3. desember 2019.
* 2020: Vald sum varaforsetavalevni hjá Joe Biden.
* 2021: Sett sum fyrsti kvinnuligi varaforseti nakrantíð.
Høvundur til bøkurnar:
* "Smart á brotsverkum".
* "Sannleikin, sum vit halda".
Hjúnabandsstøða:
* Gift við Douglas Emhoff og stjúkmóður Ellu og Cole Emhoff.
Bústaður:
* Los Angeles, Kalifornia, USA.
Kelda: Kamalaharris.org.
/ritzau/