Harrington er ikki longur venjari hjá Kina

Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin er fortíð í kinesiskum hondbólti longu eftir fýra mánaðar

Eftir fýra mánaðir í starvi sum hjálparvenjari hjá kinesiska kvinnulandsliðnum í hondbólti, er skotski Scott Harrington, sum fyrr hevur verið føroyskur landsliðsvenjari, nú fortíð í kinesiskum hondbólti.

 

Í viðmerking á sosiala pallinum, Facebook, skrivar Scott Harrington, at kinesiska hondbóltssambandið í farnu viku framdi broytingar, sum hann nú verður raktur av.

 

-       Í seinastu viku vórðu broytingar framdar í tí kinesiska hondbóltsleistinum, og hesa vikuna komu ein nýggjur forseti og programmleiðari til Danmarkar, har tey greiddu frá, at tey ynsktu eina øðrvísi kós, og at høvuðsvenjarin og hansara toymi ikki longur vóru neyðug.

 

Scott Harrington, sum hevur trivist væl í starvinum sum hjálparvenjari á kinesiska hondbóltslandsliðnum, hevur tó ikki gott at bera leistinum, sum kinesiskur hondbóltur verður leiddur uppá.

 

-       Eg eri takksamur fyri teir fýra mánaðirnar, har eg havi fingið góðar upplivingar. Havi havt ein frálíkan bólk av gentum, sum eg bara havi gott at bera. Men líka so nógv, sum eg fari at sakna hópin og venjaratoymið, hava vit seinastu fýra mánaðirnar eisini uppliva kommunistiska korruptión, ágang og manipulatión – nakað sum eg ikki eri keddur av at siga farvæl til, sigur Scott Harrington.

 

29 ára gamli Scott Harrington verður tí sostatt arbeiðsleysur sum venjari komandi tíðina.