Á stóru gallaveitsluni á Hotel Føroyum, sum Vikublaðið skipar fyri í sambandi við kjósanina av Ársins Handli, var eisini vinnarin av sms-kappingini um ein Kia Ceed bil.
Teir báðir vertirnir, Rannvá Gaard Fossaberg kunngjørdu vinnaran, sum gjørdist hjúnarparið Harriet og Petur Mortensen úrr Hósvík.
Tey bæði vóru sjálvandi ovfarin, tá fólk frá Vikublaðnum í dag troppaðu upp við tveimum atgongumerkjum til gallaveitsluna.
- Eg vildi ikki trúgva tí, men maðurin fekk meg sannførda um, at tað veruliga passaði, at vit høvdu vunnið Kia bilin, segði ein fegin Harriet Mortensen.
Tað var Aksel Ljósheim frá Berg Motors, ið handaðu teimum báðum lykilin til Kia Ceed bilin, og Jens Kristian Vang var á staðnum og fekk mynd av vertunum og vinnarunum saman við Aksel Ljósheim.










