Fyrsti dysturin í nýggja kappingarárinum í hondbólti verður í dag, tá KÍF tekur móti Team Klaksvík
Skal metast eftir seinasta kappingarári, so er KÍF risa-favorittur. Kollfirðingar vunnu í fjør greipuna, meðan Team Klaksvík varð niðasta liðið í Atlantic Airways-deildini.
Kollfirðingar hava tó mist onkran spælara, og spurningurin er, hvussu skjótt teir megna at spæla nýtt fólk inn á lyklapláss á liðnum. Klaksvíkingar hava hinvegin styrkt sær munandi um hópin, og hóast kollfirðingar framvegis mugu roknast sum favorittar, so bendir nógv á, at talan kann gerast um eitt rættiliga spennandi dyst.
Tey bæði liðini spæla í Kollafirði klokkan 18 í dag.
Í morgin verða fleiri aðrir dystir á skránni. Hjá kvinnum tekur Stjørnan móti VB í Klaksvík, meðan Kyndil og VÍF dystast í Havn.
Hjá monnum verða eisini tveir dystir á skránni í morgin. Á Skála spæla StÍF og H71, meðan klassikarin millum Kyndil og VÍF skal spælast í Havn.