Harmur um at finalan er flutt

Klokkan knapt 24.00 í gjár­kvøld­ið, fekk Klaksvíkar komm­una teldupost frá FSF, um at finalan aftur er flutt til Tórshavn.

Jógvan Skorheim
Varaborgarstjóri

– Hetta er sera keðiligt, og føli eg tað eitt sindur und­arligt, at vit ikki vóru kunn­aði fyrr. Komm­unan hevur gjørt nógv fyri, at betra um um­støð­ur á vøllinum og ikki minst rundanum vøllin.
– eisini hava vit verið við til at spart  FSF fyri rímuliga nógv­­ar pengar, og tí kemur tað sera dátt við, at flytingin hend­­ur yvir nátt, uttan nakra fráboðan ella nakað ser­ligt samskifti frá FSF.
– tó vil eg takka FSF fyri tað góða samstarvið tvey tey sein­astu árini og vóni eg, at aðrir stórir dystir verða lagdir í Klaksvík fram­yvir. Eisini vil eg takka, KÍ, Summ­ar­fest­i­val­i­num og mongum øðrum fyri sera gott sam­starv.