Harmonikukrassj við Leynatunnilin

Ikki færri enn fimm bilar vóru um fýratíðina seinnapartin í gjár partur av einum ferðsluóhappi við Leynatunnilin, har tó eingin fólkaskaði var

Tveir bilar høvdu kós móti Leynatunlinum. Brádliga endar aftari bilurin upp í reyvini á fremra bilinum, og sleingist so yvir á hini breytina, har tríggir aðrir bilar koma koyrandi.
Bilurin tekur í spegli á tí fremsta av hesum, og ber eisini við skermin aftan og kemur síðani at standa tvørtur um vegin. Næsti bilurin í røðini stoytir eisini saman við bilin, sum kom sleingjandi, og hesin fer síðani niðan av vegnum. Triðji bilurin í røðini brestur somuleiðis saman við henda ólukku bilin, og soleiðis gjørdust tilsamans fimm bilar partur av ferðsluóhappinum við Leynatunnilin.
Løgreglan segði í morgun, at hálka var orsøkin til óhappi. Helst hevur tað eisini nakað við tað at gera, at fólk ikki koyrdu eftir umstøðunum, men hvussu er og ikki, so stóðst ikki nakar fólkaskaði av óhappinum.