Harmiligt at síggja hvussu landið er farið

?Samgongan, sum nú situr, er í ferð við at rigga samhaldsfasta samfelagið av. Tí mugu vit øll gera, hvat vit kunnu, fyri at venda gongdini, sigur Tummas Arabo, sum aftur stillar upp til fólkatingsval

 

Fólkatingsvalið


?Tað er harmiligt at síggja, hvussu samhaldsfestið í føroyska samfelagnum er viknað seinastu árini. Men tað kemst av, at landsstýrið førir ein sosialpolitikk, har fólkaflokkurin einsamallur sleppur at seta treytirnar.

Tummas Arabo sigur, at hetta er ein grund til, at hann hevur játtað at stilla upp til fólkatingsvalið hesuferð.

Tummas Arabo mest sum hvarv úr fólkareygum eftir løgtingsvalið í 1998, tá ið hann ikki varð afturvaldur.

Tá ið hann ikki var í politikki, var hann kortini javnan frammi, tí hann sat sum stjóri á Strandferðsluni og hana var ljóskastarin mangan varpaður á. Men síðani segði Sámal Petur í Grund hann upp-seinni kom fram at tað var av órøttum, sum Tummas Arabo fekk stórt endurgjald frá landskassanum fyri órættvísa viðferð.

Síðani hevur hann arbeitt hjá Tryggingarfelagnum Føroyum, har hann hevur lagt oljutryggingarnar til rættis og framvegis umsitur tað arbeiði. Hann undirvísir eisini í virkisfyriskipan oig samfelagsfrøði á fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.

At undirvísa ungum fólki er eitt arbeiði, sum passar honum ómetaliga væl, sigur hann.

Men nú, hann stillar upp til fólkatingsval, er tað tí, at hann framvegis metir, at hann hevur okkurt at bjóða.


Rigga av

Hann sigur, at júst tí at samgongan, sum nu situr, er farin at rigga tað samhaldsfasta samfelagið av, er tað so ómetaliga týdningarmikið, at fáa javnaðarflokkin uppí landsins stýri aftur.

? Og í tí sambandinum eigur hvør einstakur at gera tað, hann, ella hon, eru ment fyri at venda teirri gongdini. So tá ið javnaðarflokkurin heitti á meg um at stilla upp, játtaði eg, tí eg haldi, at gongdin hevur víst, at tað er einans javnaðarflokkurin, sum kann venda gongdini aftur, sigur Tummas Arabo.

Men um hetta samstundis merkir, at hann eisini stillar upp til Løgtingsvalið er óvist.

Hann fyllir 61 ár sjálvan valdagin og hann dylir úrslitið av fólkatingsvalinum verður fyri ein part avgerðandi fyri, um hann eisini stillar upp til løgtingsvalið.

Eitt nú vísir hann á, hvussu samgongan eftir hansara tykki hevur hundvaða aðalmálini hjá javnaðarflokkinum. Hann hugsar fyrst og fremst um vælferðartænasturnar, heilsuverkið, almannaverkið og skúlaverkið.

? Eg havi serliga ilt av, at skúlaverkið er so illa farið og at samgongan ikki vil játta tí so frægt av pengum, at tað fær ráð til at bjóða tær lærugreinar út, sum tað eigur.

Men hann harmast eisini um, at Landssjúkrahúsið enn skal standa stongt ein part av árinum.

?Tað er harmiligt at síggja, at hesar vælferðartænasturnar enn skulu vera á sama støði, sum tey vóru á í kreppuárunum. Tað nyttar onki at siga, at játtanirnar eru hækkaðar nógv seinastu árini, tí veruleikin er, at støðið er ikki hækkað. Hyggja vit eftir tølunum fyri 1989, eru játtanirnar hækkaðar ómetaliga lítið og tað er í veruleikanum eitt stórt bakkkast, tí tað er nógv hent hesi seinastu 12 árini.

Og tá ið hann nevnir, at samhaldsfesti er minkað, hugsar hann eitt nú um pensjónirnar.

? Landsstýrið ætlar av avtaka samhaldsføstu fólkapensjónina, sum vit kenna hana og at seta eina skipan í gildi, har hvør bara skal hugsa um seg sjálvan.

?Tað eru júst tey grundleggjandi, samhaldsføstu virðini í samfelagnum, almannaverkið, heilsuverkið og skúlaverkið.

? Og at skerja tey, sum tað er gjørt hesi seinstu árini, er so grundleggjandi í stríð við hugsjónirnar hjá javnaðarflokkinum, at øll mugu gera sítt til, at fáa vent gongdini. Og tað kann gerast við at veljarin vísir samgonguni misálit á valinum týsdagin.


Ein strævin tíð

Tummas Arabo er annars ikki óroyndur í politikki, verri enn so. Hann varð valdur á ting í 1984 og sat til 1988. Í 1990 varð hann afturvaldur og kom í landsstýrið, har hann skuldi umsita vinnumál, eisini fiskiídnað, men eftir at landsstýrið varð umskipað í 1993, tá ið fólkaflokkurin fór úr samgonguni, fekk hann øll fiskivinnumálini at umsita. Hann sat í Landsstýrinum til 1994.

Hesi árini vóru ómetaliga stríggin, tí tá skuldi nógv tøk takast fyri at bjarga føroyska samfelagnum. Nógvar av hesum kreppuloysnunum raktu meint og kanska vóru tað tær, sum kostaði honum tingsessin í 1994, tá ið hann ikki varð afturvaldur.

? Vit tóku nógvar avgerðir, men eftirtíðin hevur víst, at nógv av teimum avgerðum vóru rættar, tí samfelagið var aldrin komið so skjótt fyri seg aftur, gjørdu vit ikki tær kreppuloysnir, sum vit gjørdu.

Ein av teimum mest umstríddu avgerðunum var at stovna Føroya Fiskavirking.

? Eisini tann avgerðin var røtt, tí Fiskavirking vísir seg at virka á heilt góðari leið, sigur Tummas Arabo.

Hann sigur, at hann er ómetaliga fegin um, at tað júst var javnaðarflokkurin, sum sat við endan tá, tí fekk fólkaflokkurin makt, sum hann hevði akt, hevði tað verið nógv øðrvísi.

? Vit høvdu tað moralska støðið, sum kravdist fyri at loysa kreppuna á virðiligan hátt. Tí eru vit eisini fegin um, at vit sluppu undan nývali, tá ið fólkaflokkurin fór úr samgonguni í 1993, men ístaðin fyri kom tjóðveldisflokkurin uppí.

Orsøkin til, at fólkaflokkurin fór burturúr, var, at landskassin hevði júst yvirtikið alla skuldina hjá bankunum og flakavirkjunum.

?Men tá ið tað var gjørt, kravdi fólkaflokkurin, at øll flakavirkini skuldu latast gomlu eigarunum aftur fyri lítið og lætt, samstundis sum landskassin skuldi hanga upp á skuldina.

?Tá máttu vit seta teimum stólin fyri hurðina og tí fóru teir úr samgonguni.

Úrslitið av tí var, at Fiskavirking varð sett á stovn. Tummas Arabo minnist, at nógv kjak var um tað,men tað hevur virkað hampiliga væl.

-Í øllum førum mugu vit staðfesta, at samfelagið kom óvanliga skjótt á føtur aftur. Og tað er stuttligt at sita nú og líta afturá og kunna ásanna, at tað, vit gjørdu, var rætt sigur Tummas Arabo.

Men hann sigur, at tíverri eru tey tjóðveldisfólk, sum loystu kreppuna saman við javnaðarflokkinum, nú skúgvað út í myrkrið í flokkinum. Og tey, sum nú stinga politikkin hjá flokkinum út í kortið, hava fullkomiliga givið seg undir fólkaflokkin á sosialpolitiska økinum, og tí er samhaldsfestið so nógv viknað hesi seinastu árini.


Ongin miðja eftir

Tummas Arabo er samstundis sannførdur um, at skulu nøkur sum helst framstig gerast í viðurskiftunum ímillum Føroyar og Danmark, er einasta loysnin at velja javnaðarflokkin á fólkating.

? Tjóðveldislokkurin og sambandsflokkurin standa fyri hvør sínum víðgongda sjónarmiði. Men tað einasta, hesi sjónarmiðini tryggja okkum, er, at onki kann henda, tí tað er ikki undirtøka í fólkinum fyri hvørgum hesum sjónarmiði.

?Tað, sum fólkið vil hava, er ein loysn, sum gongur ímillum loysing, sum tjóðveldisflokkurin vil hava og fullkomið samband, sum sambandsflokkurin vil.

Men sum er, er ongin miðja eftir í føroyskum politikki. Og tað er ein sannroynd, at skal nakað henda í viðurskiftunum ímillum Føroyar og Danmark, er tað neyðugt at styrkja miðjuna í føroyskum politikki.

? Men skal hendan millumloysnin finnast, er tað bara javnaðarflokkurin, sum kann vera tann savnandi kraftin, sum førir til eina loysn, sigur Tummas Arabo.