##med2##
B36 hevði jóansøkubál eina viku ov tíðliga um ein skal taka støði í øllum teimum brendu málmøguleikunum teir høvdu móti NSÍ, men tað endaði við bert einum stigi.
Sebastian Pingel legði B36 á odda í triðja minutti, men teir næstu gott og væl 90 minuttirnar tók B36 ikki av, og so slapp Petur Knudsen at vísa sínar dygdir, og so var javnleikur 1-1.
Høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg er sera væl nøgdur við góða spælið og hugburðin hjá sínum spælarum.
Men tað eru trý Jákup iðrar seg um: 1) At B36 ikki fær meira úrtøku tá teir hava so nógvar málmøguleikar, 2) At hann (Jákup sjálvur) ikki dugir at lata vera við at brúka kjaft, og fekk eitt reytt kort fyri at mótmæla avgerðum hjá dómaranum, Kára á Høvdanum.
Punkt trý hjá Jákup er ein frustrasjón um, at tey sum eru rundanum spælararnar í Betrideildini, ið gera stór framstig ikki gera líka stór framstig sum spælararnir, og her hugsar Jákup serliga um dømingina í dystinum í kvøld, har serliga kolldømda málið hjá Sebastian Pingel, ið hevði kunnað ført til eina 2-0 leiðslu til B36 fekk bikarið hjá Jákupi at flóta yvir.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá málinum B36 fekk móti NSÍ.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jákup á Borg aftaná dystin.
3) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Teitur Joensen taka samanum dystin, ið hann leikliga nevnir besti avrikið hjá B36 hetta kappingarárið. Teitur heldur, at vinnur HB á KÍ í annaðkvøld verður tað ringt at ímynda sær ein annan FM-vinnara enn HB.
HER ber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá málinum hjá Peturi Knudsen hjá NSÍ. Hoyr eisini samrøðu við málskjúttan.