Talan er um eina Dyna Super Glide Custom, sum er nummar 100 í røðini av Harley Davidson motorsúkklum í Føroyum, síðan innflutningurin av súkklunum byrjaði í 1995.
Sølan av motorsúkklum er vaksin nógv í Føroyum seinastu árini, serliga eftir at
skrásetingargjaldið på motorsúkklum lækkaði í 2006. Ove Ritter, sum eigur og rekur Harley Davidson handilin, sigur, at fólk generelt eru vorðin meira tilvitað um at hava aktiv frítíðarítriv, har bæði maður kona kunnu njóta góðar upplivingar á føroysku vegunum og í náttúruni.
Harley Davidson er ikki nakað nýtt í Føroyum. Fyrstu Harley, sum vit vita um, komu í 1964, tá tveir Harley 250 cc skutarar komu til Klaksvíkar. Hetta slagið av skutarum eru í dag eftirspurdir sum samlaraobjekt.
Fyri 15 árum síðan byrjaði Ove Ritter, sum altíð hevur havt ein brennandi áhuga fyri Harley Davidson, at innflyta Harley motorsúkklur til Føroyar. Ove sigur, at ikki tvær av teimum 100 súklunum hann hevur selt hava verið eins. Allar verða tær gjørdar og umbygdar eftir sum kundin ynskir tað. Harley Davidson var mest selda motorsúkkla í Føroyum í 2009 eins og higartil í ár, sigur Ove Ritter.
At koyra Harley er fyri tey flestu ein lívsstílur og ein kensla av at hoyra til ein
heimsumfatandi felagsskap. Heimsins størsti MC-felagsskapur www.HOG.dk telur yvir eina millión limir. Í føroyska Harley felagsskapinum www.HDC.FO eru í dag 66 limir, sum skipa fyri túrum, upplivingum og felagstilkøkum bæði í Føroyum og uttanlands. Meira upplýsingar eru at finna á: www.HD.fo ella á tel. 210405.