Tíðliga í morgun fekk løgreglan eina fráboðan av Tvøroyri um harðskap.
- Her er ein persónur skuldsettur fyri harðskap móti einum øðrum persóni.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at hendingin fór fram í náttarlívinum, og her vóru fleiri vitni til steðar.
- Tann, sum var fyri harðskapi, hevur verið á sjúkrahúsinum til kanningar, men ikki til viðgerðar, sigur løgreglan.
Í hesum málinum er ein skuldsettur og ein, sum hevur verið fyri harðskapi.
- Persónurin, sum framdi harðskapin, verður skuldsettur fyri bæði harðskap og hóttanir, visti vaktleiðarin at siga í morgun.
Lagt verður aftrat, at rúsdrekka var uppi í hendingini á Tvøroyri.