Harðskapur í føroyskum familjum kostar 5 milliónir

Harðskapur heima við hús er ikki bara dýrur fyri tann, sum er raktur av harðskapinum


Harðskapur í familjum kostar føroyska samfelagnum einar fimm milliónir krónur um árið.

Tað heldur Elin Winther Poulsen, sum landsstýrið hevur sett at samskipa heildarætlanina ímóti harðsskapi í parløgum og nærsambondum.

 

Hon hevur verið í Kvinnufelagnum í Havn, har hon greiddi frá heildarætlanini og har vísti hon á, at ein kanning í Danmark vísir, at slíkur harðskapur kostar danska samfelagnum 500 milliónir um árið.

 

Tey halda ikki at støðan er øðrvísi í Føroyum og flyta vit tað yvir á føroysk viðurskifti, kostar harðskapur í familjunum sostatt føroyska samfelagnum fimm milliónir um árið.

Elin Winther Poulsen sigur, at her er talan um alt tað, sum fer í knús í kjalarvørrinum á harðskapi. Her er eisini  talan um skaðastovuvitjanir, sjúkradagpeningur, sjúkrameldingar og annað.

 

Men her er so ikki lagt upp fyri tann størsta kostnaðin av øllum og tað er tær menniskjansligu avleiðingarnar og sum ikki kunnu gerast upp í pengum, eitt nú mistrivnaður hjá vaksum og børnum og teir avleiðingar tað hevur við sær av strongd, fyri skúlagongdina og annað.

Elin Winther Poulsen staðfestir, at harðskapur í heiminum, ella nærsambondum, er ikki meiri fjøláttaður enn tað, vit vanliga geva okkum far um.

- Tað er ikki bara talan um, at menninir eru harðligir ímóti kvinnum. Tað eru eisini kvinnur ið eru harðligar ímóti sínum børnum og tað eru eisini kvinnur, ið eru harðligur ímóti sínum monnum. Kanska ikki likamliga, men sálarligur ágangur er eisini harðskapur, segði hon.

 

Samskiparin sigur, at eitt átak, arbeitt verður við, er eitt viðgerðartilboð til tey, sum fremja harðskap í verki, samstundis sum sálarlig hjálp verður veitt teimum, sum hava verið fyri harðskapi.

 

Annars heldur hon at uplýsing og meiri upplýsing er vegurin fram og tí hevur hon gjørt nógv burtur úr at ferðast kring landið at tosa við lærarar, pedagogar og onnur, sum hava vit.

 

Seinni hevur www.in.fo meiri um sama evnið